1814.96 - Navnafrøði


Skeiðsnummar
1814.96
Heiti
Navnafrøði
ECTS
22
Endamál
Endamálið er m.a. at lýsa navnið sum málsliga eind og geva studentunum innlit í navnagransking og navnasið.
Innihald
Navnafrøðin er vísindagreinin um gransking av nøvnum í breiðastu merking. Innan navnafrøðina eru tað kortini staða- og fólkanøvnini, ið hava staðið fremst sum granskingarevni. Í hesum lestrarevni verður roynt at lýsa navnið sum málsliga eind og umrøða hugsanir, ið hava verið frammi um henda spurning. Umrødd og viðgjørd verða ymisk sløg av nøvnum. Høvuðsdenturin fer eisini her at verða lagdur á staða- og fólkanøvn, men onnur navnasløg fara eisini at verða tikin við, eitt nú nøvn á dýrum (t.d. hundum, kettum, rossum, neytum) og bátum. Her veldst eisini um áhugan og ynskini hjá luttakarunum. Í viðgerðini av staðanøvnum verður keldutilfarið umrøtt, og mett verður um virði av tí. Yvirlit verður givið yvir føroyska staðanavnagransking, og granskingarúrslit verða viðgjørd. Serligur dentur verður lagdur á háttalag í innsavning og avmerking við tí í hyggju at læra studentin at savna sjálvur. Í viðgerðini av fólkanøvnum verður kunnað um føroyskan/norrønan navnasið frá elstu tíðum til í dag. Kunnað verður um granskingarsøgu og -úrslit, og í tí sambandinum verða lisnar ritgerðir, sum viðgera hesi evni. Kunnað verður um fólkanavnakeldur úr ymsum tíðarskeiðum, og tað er ætlanin, at studenturin skal læra at viðgera navnatilfar við støði í granskingarháttaløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna heystið 1997 og várið 1998.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 8 tímar ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen