1815.96 - Realisma


Skeiðsnummar
1815.96
Heiti
Realisma
ECTS
22
Endamál
At geva studentunum innlit í og fatan av søguligu og teoretisku menningini av hugtakinum realismu.
Innihald
Vit skulu lesa eitt úrval av realistiskum bókmentaverkum umframt teoretiskar og kritiskar tekstir um realismu fyri at fáa fatan av søguligu og teoretisku menningini av hugtakinum realismu. Realisma (réal fr. veruligur) er eitt vítt hugtak, men til ber at flokka tað í 3 høvuðsmerkingar: - Realisma sum almenn listateori verður eisini nevnd mimesis-teoriin (gr. mimesis herming, eftirgerð). Sambært henni er list eftirgerð av veruleikanum. Hon byggir á tvær meginfyritreytir: 1) at ein veruleiki er til, sum kann eftirgerast og sum liggur uttan fyri listamannin; 2) og at tað ber til við einum listarligum tilfari, sum t.d. málinum, at nærkast einari sannari eftirgerð av veruleikanum. Men innan fyri hesa rammuna eru nógvar fatanir av mimesis, ið sum hugtak í bókmentafrøði gongur aftur til Platon og Aristoteles. - Realisma sum listahevd er tann listahevdin, sum er í samsvari við mimesis-teoriina, tær bókmentir frá ymsum tíðum, sum lýsa menniskju í samspæli við eitt ávíst stað- og tíðarbundið umhvørvi, sum eitt nú íslendingasøgur ella gamansleikir Holbergs. Tosað verður um realistisk eyðkenni í kvæðum Homers og sjónleikum Shakespeares - mótsett t.d. ævintýrunum í Túsund náttum og eini ella Riddarasøgum. - Realisma sum tíðarskeið í bókmentasøguni er hinvegin tíðarskeið, tá ið mimesis-teorin er ráðandi listarligi normurin í bókmentunum. Hon tók seg fyrst upp í Fraklandi í fyrru helvt á 19. øld við Balzac (1799-1850) sum slóðbrótara og fyrimynd fyri m.a. Zola (1840-1902), høvuðsmann í naturalismuni. Danski kritikarin Brandes elvdi við franskari fyrimynd frá 1871 og frameftir til tað bókmentaliga nýbrotið í Norðurlondum, sum bar realismu í sínum skildri og sum umboðar nøvn sum t.d. Ibsen, A. Skram, Strindberg, Hermann Bang, Gestur Pálsson - og seinni Regin í Líð. Gjøgnum alla ta vesturlendsku mentanarhevdina hevur mimesis-teoriin verið umrødd og umformað. Spurningurin um mimesis, um ymsar fatanir av realismu, hevur í fleiri umførum verið ein høvuðsspurningur í bókmentagransking og kritikki í meira enn 100 ár. Bæði realistisku bókmentirnar sjálvar og eisini orðaskiftið um tær í 19. øld var tætt tongt at kollvelting í náttúruvísindum, samfelagsvísindum og tøkni. Í okkara øld hevur realismuorðaskiftið somuleiðis verið knýtt at kollveltandi politiskum teorium og rørslum. Men tíðliga kyknaði upp ein andgerð og ivi: kundi realisma orða innlitið hjá nútíðarmenniskjanum í tilveruna? Henda andgerðin kemur fram í symbolismu, nýromantikki, seinni í modernismu og postmodernismu í einum margtáttaðum ráki, sum hevur verið til staðar við liðina á realismuni í skiftandi styrkleika.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna heystið 1996 og várið 1997.
Próvtøkuháttur
3-viku bundin heimauppgáva ella frí heimauppgáva.
Lestrarlisti
Fyribils bókmentalisti: Aristoteles: "Poetics" in: Literary Criticism and Theory, Longman 1989. E. Auerbach: "Odysseus' Scar" in: Lit. Crit. and Theory. John Chr. Jørgensen: Realisme. Borgen 1972, Dansk realisme 1829-1975 Borgen 1977, Arne Melberg: Mimesis. Fn repetition Symposion 1992. Nýbrotið í norðurlendskum bókmentum
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir