1448.17 - Økiskanning (MA)


Skeiðsnummar
1448.17
Heiti
Økiskanning (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi.
Endamál
Studenturin skal læra • sjálvstøðugt at brúka og meta um sínar førleikar í einum samfelagsligum samanhangi við at taka á seg uppgávur á einum mentanarstovni og • við støði í hesum læra at hugsa greinandi um, hvussu ástøðilig mál- og/ella bókmentafrøðiliga vitan, sum er partur av lestrinum, roynist verkliga.
Innihald
Økiskanningin er sett saman av arbeiði á einum mentanarstovni og einari skrivligari uppgávu. Tíðin hjá studentinum á mentanarstovninum skal svara til 7 arbeiðsvikur. Mentanarstovnurin skal saman við einum skrivliga orðaðum endamáli við kanningini góðkennast av einum vegleiðara, sum er eitt av vísindastarvsfólkunum á deildini, umframt av útbúgvingarleiðaranum. Freistin fyri góðkenningina er tann sama sum freistin at velja onnur skeið. Tað er umráðandi, at studenturin sjálv/ur vísir áhuga fyri økiskanningini, ger uppskot til endamál við henni og í samráð við vegleiðaran tekur upp samband við mentanarstovnin. Í dømingini av uppgávuni verður dentur lagdur á evnini hjá studentinum at greina ein mentanarstovn við atliti at t.d. søguligum fortreytum, endamáli, mentanarligum/listaligum virksemi, innanhýsis skipanum, førleikum hjá starvsfólkum ella øðrum, sum kann vera viðkomandi fyri økiskanningina. Ein høvuðsspurningur í uppgávuni skal snúgva seg um, hvussu studenturin hevur brúkt sínar fakligu/vísindaligu førleikar á mentanarstovninum. Ástøðiligt og háttalagsligt grundarlag fær studenturin við at lesa viðkomandi tilfar í sambandi við økiskanningina og úr øðrum skeiðum í máli og bókmentum á deildini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skift sundur millum arbeiði á mentanarstovni og vegleiðing. Studenturin fær vegleiðing, tá økiskanningin byrjar, er komin í helvt og endar. Í aðra máta er tað upp til vegleiðarin og studentin at gera avtalur sínámillum. Studenturin skal sum lið í økiskanningini greina og so hvørt skriva eygleiðingar í eitt skjal (logg-bók), sum vegleiðarin og studenturin brúka sum støði undir vegleiðingini, tá økiskanningin nærkast endanum og uppgávan skal skrivast.
Læruúrtøka
Studenturin hevur lært: • sjálvstøðugt at brúka sínar fakligu førleikar við at taka á seg uppgávur á einum mentanarstovni • at lýsa og meta um sítt fak og sínar fakligu/vísindaligu førleikar í einum samfelagsligum samanhangi • at hugsa greinandi um, hvussu vísindalig og ástøðilig vitan kann setast í verk í ítøkiligum arbeiði • at leita fram tilfar og gera eina orðing at byggja eina økiskanning á • við støði í orðingini og viðkomandi háttaløgum at lýsa og greina ein mentanarstovn og sín egna leiklut á sama stovni • at miðla sínar royndir og síni kanningarúrslit í einari skrivligari uppgávu • at leggja fram og skifta orð um síni egnu kanningarúrslit í einari munnligari framløgu
Próvtøkuháttur
Uppgáva 15-20 síður við munnligari framløgu í 30 min.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin skal telja uml. 800 bls. og skiftir eftir evninum í økiskanningini. Eitt hóskandi býti skal vera millum alment ástøðiligar bókmentir og serbókmentir.
Ábyrgd
Bergur D. Hansen