1453.18 - Málamót (MA)


Skeiðsnummar
1453.18
Heiti
Málamót (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking av málamóti við serligum atliti at støðuni í Føroyum.
Innihald
Farið verður ígjøgnum Dynamics of Faroese-Danish Language Contact (H.P. Petersen). Lisnir verða partar av Language Contact (Y. Matras), og ymiskar greinar innan evni verða gjøgnumgingnar, t.e. greinar um m.a. lán, athall, koduskifti, fleirmælisstøðan í Føroyum v.m. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær eitt innlit í nýggjari og eldri gransking, og at lesandi skal kunnu skilja tað fakmál, sum er í greinunum og arbeiða kritiskt við tí.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Læruúrtøka
Lesandi skal duga at arbeiða kritiskt við tí tilfari, hann/hon fær útflýggjað og meta um virði í tí, umframt duga at meta um og duga at brúka tilfarið í víðari arbeiði sínum við føroyskum. Hugsað verður tá um undirvísing, gransking og miðlan alment av evninum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd. Endurpróvtøkan er sum tann vanliga próvtøkan.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact. H. P. Petersen. Universitätsverlag Winter: Heidelberg. Language Contact. Y. Matras. Cambridge University Press: Cambridge. Aftur at hesum verða ymiskar greinar lisnar. MA lesandi skulu geva upp uml. 800 bls.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen