1455.18 - Purisma (MA)


Skeiðsnummar
1455.18
Heiti
Purisma (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at kanna føroyska purismu í norðurlendskum samanhangi. Tað merkir, at studentarnir bæði skulu fáa innlit í føroyska og norðurlendska purismu. Hetta samanberandi háttalagið skal geva studentunum møguleika fyri at síggja líkleikar og munir millum tey norðurlendsku málsamfeløgini, tá ið tað snýr seg um purismu bæði søguliga og samtíðarliga.
Innihald
Innihaldið í skeiðinum kann býtast sundur í tveir partar: Ein søguligan part, har ið føroysk purisma verður samanborin við norðurlendska purismu, og ein part, sum viðger purismuna samtíðarliga. Í tí fyrra partinum verður purisman viðgjørd úr søguligum samanberandi sjónarhorni, og í seinna partinum verður purisman viðgjørd úr einum samtíðarligum sjónarhorni. Tann samtíðarligi parturin snýr seg mest um føroyska purismu, t.d. úr samfelagsmálvísindaligum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður tríggjar tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur og framløgur hjá studentunum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur studenturin: • Fingið góðan førleika til at meta um purismu sum søguligt og samtíðarligt fyribrigdi í Norðurlondum, serliga Føroyum • Fingið innlit í líkleikar og munir millum føroyska purismu og purismu í øðrum Norðurlondum • Fingið innlit í, hví summi málsamfeløg eru puristiskari enn onnur. • Fingið førleika til at meta um háttaløg í sambandi við purismugransking.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava alt tilfar við frá undirvísingini umframt orðabøkur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen