1457.18 - ‘Blue North’. Ímyndir um norð í norðuratlantiskum skaldsøgum (MA)


Skeiðsnummar
1457.18
Heiti
‘Blue North’. Ímyndir um norð í norðuratlantiskum skaldsøgum (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At kanna Nordic Noir-dæmdar ímyndir í norðuratlantiskum skaldsøgum við støði í ’Place Studies’ og bókmentalandafrøði. Studentarnir ogna sær vitan um, hvussu landafrøðiligar ímyndir verða brúktar í skaldsøgum og í øðrum skaldskapi. Serliga verður hugt at ímyndum um norð, sum bindur nógvar landafrøðiligar lýsingar saman. Til tess at kanna dynamikkin í hesum ímyndum verða serliga (landafrøðilig) hugtøk sum ‘the blues’, ‘imagined geography’ og ‘ultraminor literature’ brúkt sum greiningaramboð.
Innihald
Greindar verða føroyskar og íslendskar skaldsøgur, men eisini aðrir skaldsligir tekstir. Greinar um miðstødd hugtøk innan Place Studies og bókmentalandafrøði verða lisnar saman við greiningum av ítøkiligum tekstum og fyribrigdum. Við hesum amboðum verða ímyndir um norðuratlantisk landsløg í skaldskapi kannað við serligum atliti at ‘scapes’ knýtt at landi og havi/vatni. Serligur dentur verður lagdur á ímyndir um norð og hvussu tær spíla seg út í skaldskapi í 20. øld, men við nógvum heilsanum aftureftir til upphavligar ímyndir um norðurheimin. Í greiningunum verður dentur lagdur á kosmopolitiska samspælið millum tað lokala, tjóðskaparliga, regionala og globala.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og lærara- og studentaframløgur umframt bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Studentarnir hava við skeiðslok ognað sær førleika í: • At miðla vitan um sambandið millum bókmentir (skaldsøguna) og landafrøði við serligum atliti at ímyndum um norð og norðuratlantisk landsløg • Kritiskt at lýsa ymsar tilgongdir til hugtøk sum ‘norður’, ‘Blues’, ‘Imagined Geography’, ‘(Ultra)minor’ bókmentir • Kritiskt at nýta hugtøk innan Place Studies, bókmentalandafrøði og prosafrøði • At greina sambond millum skaldsøguna sum prosa og landafrøði • At greina sambond millum bókmentir og landafrøði øðrumegin og branding og mentanarferðavinnu hinumegin • Seta víðkanina og sundurgreiningina av ímyndum um norð í eitt heimsbókmentaligt høpi • Kritiskt at greina sambond millum bókmentir og kosmopolitismu/mentanarliga globalisering við atliti til staðbindandi ketur millum tað lokala, nationala,regionala og globala.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva (3 vikur)
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin er 3 vísindaverk og 4 bókmentaverk Grundbók: Nordic Literature. A Comparative History. Vol. 1: Spatial nodes. Thomas A. DuBois, Dan Ringgaard, Mark B. Sandberg, and Steven P. Sondrup, Mark B. (eds.).
Ábyrgd
Bergur Rønne Moberg