1460.19 - Ævisøgan sum yrktur yrkistekstur (MA)


Skeiðsnummar
1460.19
Heiti
Ævisøgan sum yrktur yrkistekstur (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at fáa innlit í ævisøguliga tekstslagið og kunnleika um markamótið millum fagurbókmentir og yrkisbókmentir.
Innihald
Umframt ævisøgur og brot úr ævisøgum um føroyskar og norðurlendskar rithøvundar lesa vit ástøðiligar tekstir um tekstslagið, um munin millum yrkistekst og fagran tekst og um skaldslig drøg í yrkisteksti.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraframløgur, orðaskifti, studentaframløgur og uppgávur. Harumframt gestaframløgur við ævisøgurithøvundum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið endar, duga studentarnir at • greiða frá ævisøguliga tekstslagnum og greina tað • lýsa markið millum fagurbókmentir og yrkisbókmentir • lýsa viðkomandi ástøði um ævisøguliga tekstslagið, um eyðkenni við ávikavist yrkisbókmentum og føgrum bókmentum og um skaldslig drøg í yrkisteksti • duga at brúka ástøðiligu vitanina í greining av ævisøgum • kristikst meta um ástøðina í mun til greining av ævisøgum
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva (3 vikur)
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Lisnar verða í minsta lagi hesar ævisøgur og brot úr teimum: Hanus Kamban: J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga II, 1995 Tórður Johannesarson, Hermann Ævisøga, 2012, s. 9-128 Marianna Debes Dahl: Endurskin av Jákupi doktara, 2002, s. 8-146 Jens Andersen: Denne dag, et liv, 2014, s. 9-202 Harumframt hesir ástøðiligu tekstir: Birgitte Possing: Ind i biografien, 2015, s. 22-47, 89-111 Marianne Egeland: Hvem bestemmer over livet? Biografien som historisk og litterær genre, 2000, s. 17-147 Peter Widell: “ Hvad er tekstfiktion?” í Eyðun Andreassen o.o. (ritstj.) Malunarmót, 2012, s. 479-510 Peter Widell: “Sagprosatekstens fremstillingsformer og genrer: Seks teser” í Torben Arboe og Inger Schoonderbeek Hansen (ritstj.) Jysk, Ømål, Rigsdansk mv. Studier i dansk sprog med sideblik til nordisk og tysk, 2011, s. 361-386 Hayden White: "The historical text as literary artifact" í Tropics of Discourse: Essays in Cultural Criticism, 1985, s. 81-100 Hayden White: “The Question of Narrative in Contemporary Historical Theory” í History & Theory, Vol. 23. No. 1, 1984, s. 1-33
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir