1434.16 - Skaldskapur av manna munni – uttan fyri roykstovuna (MA)


Skeiðsnummar
1434.16
Heiti
Skaldskapur av manna munni – uttan fyri roykstovuna (MA)
ECTS
5
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum við góðum úrsliti ella hava samsvarandi fortreytir. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir skulu á skeiðinum: •Fáa grundleggjandi fatan av hvat ið verður lagt í hugtakið “mentanararvur” í ymsum samanhangi. •Ogna sær innlit í endurnýtslu av skaldskapi á mannamunni. •Læra at arbeiða sjálvstøðugt og vísindaliga við avmarkaðum verkevnum. •Læra at brúka viðkomandi ástøði í greiningum av endurnýttum skaldskapi á mannamunni.
Innihald
Hvønn leiklut hava siðbundnu føroysku mentanarbrigdini – kvæði, tættir, dansur, sagnir og ævintýr í dagsins samfelag? Siðbundu brigdini verða ofta allýst sum serføroysk og sum umráðandi fyri føroyskan samleika, men hvussu hepnast tað at flyta tey úr siðbundna samfelagnum inn í tað modernaða? Er endurnýtsla = endurskapan ella oyðing? Hvussu verður siðbundin mentan nýtt sum politiskt amboð og hvussu ávirkar tað mentanina, at hon verður tjóðarímynd? Á hesum skeiðinum lesa vit ástøðiligar tekstir um mentanarfatan, mentanararv, minnisgransking og gransking av skaldskapi á mannamunni. Í hesum ljósi viðgera vit dømi um endurnýtslu av siðbundnari føroyskari mentan í tónleiki, bókmentum, myndlist og filmi. Spurt verður m.a., hvørji innihaldslig og formlig eyðkenni eru, um hvussu og við hvørjum endamáli siðbundna tilfarið verður nýtt í einum nýggjum samanhangi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í 7 vikur. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum og kjaki við støði í lisnum tilfari. Studentar arbeiða við sjálvstøðugum verkevnum, sum eru grundarlag undir próvtøkuni.
Læruúrtøka
Studentarnir ogna sær evni: At greiða frá hvussu siðbundin skaldskapur verður endurnýttur. At greina dømi um endurnýtta siðbundna mentan vísindaliga og at brúka viðkomandi ástøði sum amboð. At viðgera og meta um endurnýtslu av siðbundnari mentan bæði í føroyskum og í altjóða høpi At leita fram ástøðiligar tekstir og meta um ástøði og háttaløg at brúka í vísindaligari viðgerð av endurnýtslu av siðbundnari mentan.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Fyribils lestrarlisti: brot úr Wendy Griswold 2012: Cultures and Societies in a Changing World (Sociology for a New Century Series) 4th ed.
Ábyrgd
Tóta Árnadóttir