1464.19 - Staðarnavnafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1464.19
Heiti
Staðarnavnafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin fær grundleggjandi vitan um staðarnavnafrøði frá elstu tíðum til í dag.
Innihald
Í hesum lestrarevni verður kunnað um hugtøk og heiti innan staðarnavnagransking. Farið verður ígjøgnum føroyska staðarnavnainnsavning, staðarnavnaheimildir og staðarnavnagransking.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Floksundirvísing og studentaframløga.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur studenturin fingið holla ástøðiliga vitan um staðarnavnafrøði og skal • greiða á hollan hátt frá hugtøkum og heitum innan staðarnavnafrøðina • á hollan hátt flokka staðarnøvn • greiða frá føroyskum staðarnavnaheimildum • greiða frá føroyskari staðarnavnainnsavning • gera grein fyri føroyskari staðarnavnagransking.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Greinir og bókarúrtøk verða útflýggjað so hvørt sum undirvísingin líður.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen