1775.23 - Pragmatikk (MA)


Skeiðsnummar
1775.23
Heiti
Pragmatikk (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin fær innlit í pragmatikk sum grein av málvísindum og lærir at meta um, greina og lýsa málnýtslu og stíl á ymsum stigum og á ymsum økjum. Við støði í viðkomandi ástøði um pragmatikk gevur skeiðið førleikar og amboð til at greina og meta um fjølbroytni í málnýtslu.
Innihald
Við støði í viðkomandi ástøði um pragmatikk verður eitt úrval av munnligum og skrivligum yrkistekstum greint við atliti at ymsum frøðiligum sjónarhornum. Talan kann vera um stílfrøði, samfelagsmálfrøði og diskursiva greining. Greind verða dømi um m.a. politiskt mál, ítróttarmál, vísindaligt mál, fjølmiðlamál ella mál í undirvísingartekstum. Viðgjørdir verða eisini málnormar og bakgrundin fyri teimum.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru studentarnir førir fyri at: • sýna hollan ástøðiligan kunnleika um pragmatikk og málnýtslugreining • sjálvstøðugt og kritiskt nýta amboð at greina málnýtslu og stílfrøði • meta um og laga mál til ymsa nýtslu eftir móttakara og samteksti • seta greindan tekst í samband við lisið ástøði • meta kritiskt um málnýtsluástøði • nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið • greiða frá og meta um málfjølbroytni • greiða frá málnormum og bakgrundini fyri teimum
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Lisið verður burtur úr m.a. hesum verkum: Wenche Vagle, Margareth Sandvik og Jan Svennevig. 2004. Tekst og kontekst. En innføring i tekstlingvistikk og pragmatikk. J.W Cappelens forlag. Ib Ulbæk. 2005. Sproglig tekstanalyse – introduktion til pragmatisk tekstlingvistik. Hans Reitzels forlag. Stephen C. Levison. 2003. Pragmatics. Cambridge University Press. Yan Huang. 2007. Pragmatics. Oxford University Press. Anna Maria Lassen. 2012. Sprog i brug – sproghandlinger og kommunikation. Systime. Carol Henriksen (red.). 2001. Can you reach the salt? Pragmatikkens klassiske tekster. Roskilde Universitetsforlag.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen