1776.23 - Føroyskur sálmaskaldskapur (MA)


Skeiðsnummar
1776.23
Heiti
Føroyskur sálmaskaldskapur (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Lesandi skulu hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Tey lesandi ogna sær innlit í sálmin sum bundnan skaldskap við religiøsari funktión og góðar førleikar at greina føroyskar sálmar á markamótinum millum kirkjusøgu, bókmentasøgu og aldagamla, altjóða mentan.
Innihald
Tann ástøðiligi parturin viðger sálmahugtakið. Tann søguligi parturin lýsir tann føroyska sálmin í mun til kirkjusøgu, bókmenta- og ævisøgu. Í tí greinandi og tulkandi partinum verða útvaldir sálmar viðgjørdir í mun til form (rím, rytmu, myndamál), innihald (bíbliu- og trúarhugtøk, upprunasálmur/umseting) og funktión (individ/kollektiv, lovsangur-læra-lívgan, tekstur og lag). Eldri sálmayrkjarar fevna eitt nú um Jákup Dahl og Mikkjal á Ryggi, meðan nútíðin verður umboðað av t.d. Sólrún Michelsen og Teiti Lassen.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, samrøður og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru studentarnir førir fyri at: • greiða frá tí, sum sermerkir sálmin sum serligt tekstaslag • greina og tulka sálmar við atliti at formi, innihaldi og funktión og meta kritiskt um sterkar og veikar eginleikar í sálmum • seta sálmin inn í eitt størri høpi í mun til føroyska og altjóða bókmenta- og kirkjusøgu • kjakast um munin millum eldri og yngri sálmar, traditión og endurnýggjan
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 3 daga fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sálmabók Føroya Kirkju. Føroyskt Kirkjumál 1990 ella seinni. Sálmabókaruppískoyti. Føroyskt Kirkjumál 2013 ella seinni. Aðrir tekstir, ástøðiligt og søguligt tilfar verður tøkt á Moodle.
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen