1777.24 - Málamót (MA)


Skeiðsnummar
1777.24
Heiti
Málamót (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvar-andi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin skal ogna sær teoretiska vitan um málamót og tvímæli og vitan um, hvussu hann/hon kann arbeiða praktiskt við evninum umhugsað og skipað.
Innihald
At fáa innlit í málamót og tvímæli við serligum atliti at støðuni í Føroyum. Fáa innlit í, hvat hendir, tá ið mál eru í sambandi hvørt við annað, og hvussu tað ávirkar tann innara bygnaðin í málinum og tær ytru umstøðurnar, sum málið (í hesum føri føroyskt) virkar undir.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá teimum heitum, sum snúgva seg um málamót • skifta orð um ymiskar broytingar, sum henda í føroyskum orsakað av málamóti • lesa vísindatekstir um evnið og kenna arbeiðshættir innan økið • arbeiða við samtíðarligum data • skifta orð um og meta um, hvørja ávirkan málamót hevur ella kann hava á føroyskt (innari og ytri broytingar), og meta um, hví føroyskt hevur tann bygnað, sum tað hevur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd. Endurpróvtøkan er sum tann vanliga próvtøkan.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Hjalmar P. Petersen: The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact, 2010. (Universitätsverlag Winter). Eisini verða greinar á føroyskum og enskum lisnar.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen