1778.24 - Samfelagsmálvísindaligt kanningararbeiði (MA)


Skeiðsnummar
1778.24
Heiti
Samfelagsmálvísindaligt kanningararbeiði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva studentunum innlit í og førleikar nágreiniliga at arbeiða við samfelagsmálvísindaligum (sosiolingvistiskum) kanningararbeiði í føroyskum høpi. Studentarnir skulu læra og meta um ymisk háttaløg og alt, ið hoyrir til, tá ið kanningararbeiði skal gerast, m.a. um granskingaretikk, dátuverndarlóg, hvussu ein kanning verður løgd til rættis og viðgerð og greining av dátum. Studentarnir skulu eisini gera kanningar, viðgera og greina hesar kanningar, og vit fara at læra at nýta ymisk tøknilig forrit, ið verða nýtt til viðgerð og greining.
Innihald
Stórur partur av skeiðinum er verkligur, men partur av skeiðinum er eisini ástøðiligur. Samfelagsmálvísindi fevna breitt, og bæði ástøði og háttaløg eru broytt og ment ígjøgnum tíðina. Tekstirnir fara fyrst og fremst at snúgva seg um ymisk háttaløg, men fyri at skilja háttaløgini og nær ymisk háttaløg hóska seg best, er eisini umráðandi at hava grundleggjandi kunnleika til samfelagsmálvísindi. Vit fara at nema við samfelagsmálvísindi, bæði úti í heimi og í Føroyum, og læra um, hvørji háttaløg hóska seg til ymiskar kanningarspurningar, og um fyrimunir og vansar við teimum. Vit fara at kava niður í eitt málføri, allarhelst sandoyarmál, og hugleiða um, hvat manglar at verða kannað í hesum málføri, og hvørji háttaløg hóska seg best. Í verkliga partinum skulu studentarnir allir gera kanningar í hesum eina málføri. Teir skulu leggja eina kanning til rættis og sjálvstøðugt gera kanningina frá byrjan til enda. Her fáa studentarnir eisini innlit í og royndir við tøkniligum forritum sum Praat og øðrum avskrivingarforritum, hvussu hesi forrit kunnu nýtast til bæði viðgerð og greining, og hvussu ein vísindalig kanning verður miðlað.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur, bólkaarbeiði, kanningararbeiði.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: - Greiða frá samfelagsmálvísindaligum ástøði og meta kritiskt um gransking í hesum - Greiða frá gongdini í samfelagsmálvísindaligari gransking í Føroyum og í øðrum málsamfeløgum - Greiða frá ymsum háttaløgum, hugleiða og meta um tey fyri og ímóti - Fyrireika og útinna kanningararbeiði í verki og meta sjálvstøðugt um kanningararbeiðið og háttalagið - Viðgera, sjálvstøðugt greina og kritiskt kjakast um egið innsavnað tilfar og meta um og grundgeva fyri háttalagi - Miðla gransking - Hugleiða um granskingaretikk
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva í tvær vikur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Onkur støðisbók skal keypast; meira kunning um hetta, áðrenn skeiðið byrjar. Aftur at hesum verða einkultir kapitlar úr øðrum lærubókum lisnir umframt vísindaligar greinar, praktiskar vegleiðingar og aðrir tekstir. Tey verða útflýggjað studentunum.
Ábyrgd
Sandra Saxov Lamhauge