1495.22 - Tey norðurlendsku málini í fortíð og nútíð (MA)


Skeiðsnummar
1495.22
Heiti
Tey norðurlendsku málini í fortíð og nútíð (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi ogna sær hollan kunnleika um broytingar í bygnaðinum í teimum norðurlendsku málunum úr fortíð til nútíð. Tey læra at síggja líkleikar og munir millum tey norðurlendsku málini á ymsum málsligum stigum, t.d. í morfologi, fonologi, syntaksi, orðatilfari. Við einum søguligum samanberandi vinkli fáa tey lesandi vitan um ymsar broytingar, sum eru farnar fram í málunum upp gjøgnum søguna, og kunna seta orð á hesar broytingar. Í tí samtíðarliga partinum læra tey um munirnar millum norðurlandamálini, soleiðis sum teir koma til sjóndar í dag. Eisini fáa tey innlit í ymsar flokkingarhættir av teimum norðurlendsku málunum.
Innihald
Skeiðið snýr seg um broytingar, sum eru farnar fram í bygnaðinum í teimum ymsu norðurlandamálunum tey síðstu umleið 1000 árini. Nøkur útvald evni verða tikin til viðgerðar, sum vísa morfologiskar broytingar, fonologiskar broytingar, broytingar í orðatilfari o.s.fr., og síðan verða hesar broytingar samanbornar. Vinkulin er samanberandi millum mál og millum tíðarskeið.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, studentaframløgur og kjak.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið er tann lesandi før/ur fyri at: • greiða frá og meta um málbroytingar, sum eru farnar fram í norðurlandamálunum • greina málbygnaðin í norðurlandamálunum søguliga og samtíðarliga • seta broytingarnar inn í ein máltypologiskan samanhang • greina og meta um bygnaðin hjá føroyskum í einum norðurlendskum samanhangi.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við lestrarbyrjan og lagdur á Moodle.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen