1489.23 - Økiskanning (sjálvlestrarevni) (MA)


Skeiðsnummar
1489.23
Heiti
Økiskanning (sjálvlestrarevni) (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at studenturin lærir sjálvstøðugt at brúka og meta um sínar førleikar í einum samfelagsligum samanhangi við at taka á seg uppgávur á sosialpsykiatriskum stovni og við støði í hesum lærir at hugsa greinandi um, hvussu ástøðilig málfrøðilig og/ella bókmentafrøðilig vitan, sum er partur av lestrinum, roynist verkliga. Endamálið við økiskanningini er at greina, hvønn týdning og hvørja ávirkan bókmentir og bókmentaligt virki hava sum heilsufremjandi átak fyri fólk við sálarligum avbjóðingum. Ein høvuðsspurningur í próvtøkuuppgávuni skal snúgva seg um, hvussu studenturin hevur brúkt sínar fakligu/vísindaligu førleikar í samstarvi við sosialpsykiatriska stovnin og í skriviverkstovunum. Ástøðiligt og háttalagsligt grundarlag fær studenturin við at lesa viðkomandi tilfar í sambandi við økiskanningina umframt úr øðrum skeiðum í máli og bókmentum á deildini. Tað er umráðandi, at studenturin sjálv/ur vísir áhuga fyri økiskanningini, sjálvstøðugt ger uppskot til endamál við henni og í samráð við vegleiðaran tekur upp samband við sosialpsykiatriska stovnin.
Innihald
Økiskanningin er sett saman av samstarvi við sosialpsykiatriskan stovn, skriviverkstovum og einari skrivligari uppgávu. Arbeiðsbyrðan hjá studentinum í hesum samstarvi skal svara til 7 arbeiðsvikur. Samstarvið við sosialpsykiatriska stovnin og skriviverkstovurnar skulu saman við einum skrivliga orðaðum endamáli við kanningini góðkennast av einum vegleiðara, sum er eitt av vísindastarvsfólkunum á deildini, umframt av útbúgvingarleiðaranum. Freistin fyri góðkenningina er tann sama sum freistin at velja onnur skeið.
Læru- og undirvísingarhættir
Mannagongdin, ið verður brúkt, byggir á Rewritalize-háttalagið, ið er ein granskingarætlan hjá Center for Kunst og Mental Sundhed í Keypmannhavn (CKMS), og samstarvið er við sosialpsykiatriina í Almannaverkinum. Undirvísingin er skift sundur millum arbeiði (kann verða orðað sum ein ætlan) í samstarvi við sosialprykiatriska stovnin og vegleiðing. Studenturin fær serliga vegleiðing, tá økiskanningin byrjar, er komin í helvt og endar, t.e. tá uppgávan verður skrivað. Í aðrar mátar er tað upp til vegleiðaran og studentin at gera avtalur sínámillum. Studenturin skal sum lið í økiskanningini greina og so hvørt skriva eygleiðingar í eitt skjal (logg-bók), sum vegleiðarin og studenturin brúka sum støði undir vegleiðingini.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, er tann lesandi før/ur fyri: • sjálvstøðugt at leita fram tilfar og gera eina orðing at byggja eina økiskanning á • við støði í orðingini og viðkomandi háttaløgum at lýsa og greina arbeiðið í samstarvi við sosialpsykiatriskan stovn og sín egna leiklut í hesum samstarvi. • sjálvstøðugt at brúka sínar fakligu førleikar við at taka á seg uppgávur sum at hava skrivibólk í samstarvi við sosialpsykiatriskan stovn í 7 vikur • at lýsa og meta um sítt fak og sínar fakligu/vísindaligu førleikar í einum samfelagsligum samanhangi • at hugsa greinandi um, hvussu vísindalig og ástøðilig vitan kann setast í verk í ítøkiligum arbeiði • at miðla sínar royndir og síni kanningarúrslit í einari skrivligari uppgávu • at leggja fram og greinandi skifta orð um síni egnu kanningarúrslit í munnligari framløgu
Próvtøkuháttur
Uppgáva 15-20 síður við munnligari framløgu í 30 min. eina viku eftir innlating.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin skal telja uml. 800 bls. og skiftir eftir evninum í økiskanningini. Eitt hóskandi býti skal vera millum alment ástøðiligar bókmentir og serbókmentir.
Ábyrgd
Paula Gaard