1496.22 - Estetisk teori og listaligt virki (Sjálvlestrarevni ) (MA)


Skeiðsnummar
1496.22
Heiti
Estetisk teori og listaligt virki (Sjálvlestrarevni ) (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin lærir sjálvstøðugt at brúka estetiska teori og at menna eitt teoretiskt tilvit, sum kann nýtast og fremjast í listaligari praksis. Við støði í estetiskari teori mennir studenturin evnini at greina og reflektera yvir útvald bókmentaverk.
Innihald
Ígjøgnum arbeiði við estetiskari teori verður studenturin presenteraður fyri yrkingalist, heimspeki, tónleiki og poetologiskum hugsanum úr seinnu helvt av 19. øld til í dag, t.e. serliga úr modernaðari tíð, m.a. Arthur Schopenhauer, Fernando Pessoa, Leonard Cohen, Gilles Deleuze og Marcel Proust, Maurice Merleau-Ponty, Roland Barthes, Mieke Ball, Brian Eno og Ólafur Arnalds. Studenturin lærir at arbeiða og hugsa tvørtur um sjangrur og siðvenjur og lærir greinandi at nýta sínar egnu royndir úr skapandi listaligum arbeiði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og bókmentaligar verkstovur umframt sjálvlestur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, er studenturin førur fyri: • sjálvstøðugt at brúka estetiska teori í viðgerð av spurningum, sum eru knýttir at skapandi listaligum arbeiði • at røða um og skyna ímillum hugtøk og sjónarhorn innan estetiska teori • greinandi at lýsa kjakevni innan estetiska teori tvørtur um sjangrur og siðvenjur • at lýsa og miðla kjakevni innan estetiska teori og poetikk, bæði munnliga og skrivliga, í mun til sínar egnu royndir úr skapandi listaligum arbeiði • at brúka estetiska teori í viðgerð av bókmentaverkum/skaldskapi • at leggja fram og skifta orð um estetiska teori í víðari listaligum og bókmentasøguligum høpi, serliga í tíðarskeiðinum frá seinnu helvt av 19. øld til í dag.
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (tvær vikur) um eitt uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin skal telja uml. 800 bls. Eitt hóskandi býti skal vera millum alment ástøðiligar bókmentir og serbókmentir. 3 vísindaverk og 4 bókmentaverk. Fullfíggjaður lestrarlisti verður heftur við skeiðslýsingini.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen