1500.24 - Sjálvlestrarevni - Økiskanning (MA)


Skeiðsnummar
1500.24
Heiti
Sjálvlestrarevni - Økiskanning (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin lærir sjálvstøðugt at brúka og meta um sínar førleikar í einum samfelagsligum samanhangi við at loysa uppgávur og gera kanningar á einum mentanarstovni. Við støði í sínum royndum lærir studenturin at hugsa greinandi um, hvussu ástøðilig málfrøðilig og/ella bókmentafrøðilig vitan, sum er partur av lestrinum, roynist verkliga. Í miðdeplinum í kanningini eru hugsanir um føroyskt mál og føroyska mentan, serliga bókmentir, á Mentanardeildini í Kringvarpi Føroya við serligum atliti at barntilfari, undir hesum við hvørjum endamáli bókmentir verða valdar út og brúktar.
Innihald
Yvirskipað verður hugt eftir, hvussu Mentanardeildin í Kringvarpi Føroya arbeiðir við málbólkum, í hvønn mun og hvussu undirhald og upplýsing verða javnvigað í arbeiðinum við mentanartilfari, serliga til børn, hvørjar sjangrur (slag av tilfari) verða valdar og brúktar, og hvussu og hvørjar hugsanir um føroyskt mál og føroyska mentan, serliga bókmentir, eru partur av arbeiðinum. Støðið verður tikið í einari greining av samspælinum millum Public Service-sáttmálan, sum Kringvarpið arbeiðir eftir, og Mentanardeildina hjá Kringvarpinum, sum m.a. varðar av tilfarinum til børn umframt list og mentanartilfari sum heild. Ástøðiligt og háttalagsligt grundarlag fær studenturin við at lesa viðkomandi tilfar í sambandi við økiskanningina umframt úr øðrum skeiðum í máli og bókmentum á deildini. Greitt orðað endamál við økiskanningini og ein ætlan, sum vegleiðarin hevur góðkent, skal fyriliggja, áðrenn økiskanningin byrjar. Sum part av økiskanningini skal studenturin vera á mentanarstovninum, í hesum føri Kringvarpi Føroya, í eitt tíðarskeið svarandi til 7 vikur.
Læru- og undirvísingarhættir
Studenturin fær vegleiðing, tá økiskanningin byrjar, er komin í helvt og endar, t.e. tá uppgávan verður skrivað. Harumframt gera vegleiðarin og studenturin avtalur sínámillum eftir tørvi. Studenturin skal sum lið í økiskanningini greina og so hvørt skriva eygleiðingar í eitt skjal (logg-bók), sum vegleiðarin og studenturin brúka sum støði undir vegleiðingini.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, er studenturin før/ur fyri: • sjálvstøðugt at leita fram tilfar og gera eina orðing at byggja eina økiskanning á • við støði í orðingini og viðkomandi háttaløgum at lýsa og greina arbeiðið á einum mentanarstovni, í hesum føri arbeiðið við mentanartilfari sum bókmentum, serliga til børn, í Kringvarpi Føroya • sjálvstøðugt at brúka sínar fakligu førleikar við at taka á seg uppgávur og gera kanningar á einum mentanarstovni svarandi til 7 vikur • at hugsa greinandi um, hvussu vísindalig og ástøðilig vitan kann setast í verk í ítøkiligum arbeiði og kanningum • at lýsa og meta um sítt fak og sínar fakligu/vísindaligu førleikar í einum samfelagsligum samanhangi, undir hesum hvussu bókmentir verða brúktar til ávís endamál • at miðla sínar royndir og síni kanningarúrslit í einari skrivligari uppgávu • at leggja fram og greinandi skifta orð um síni egnu kanningarúrslit í munnligari framløgu
Próvtøkuháttur
Uppgáva 15-20 síður við munnligari framløgu í 30 min. eina viku eftir innlating.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin skal telja uml. 800 bls. og skiftir eftir evninum í økiskanningini. Eitt hóskandi býti skal vera millum alment ástøðiligar bókmentir og serbókmentir. Grundtekstir: Fleski, Rita. (2008). Uses of Literature. Blackwell, Oxford Mai, Anne-Marie Mai. (2019). Litteratur i brug. Spring, Hellerup Hans Lind. (2023). “Litterært feltarbejde. En brugsanvisning”. In Passage nr. 89. Århus.
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen