M.Sc. í fólkaheilsu (ONGIN UPPTØKA Í LØTUNI)
- Lestrartíð 4 ár
- Deild Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Tal á Lesandi Uml 24
- ECTS 120
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 5000 DKK pr. eind á 15 ECTS
Endamálið
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi førleikar at nýta fólkaheilsuvísindaliga vitan í verki á víðkaðum støði, at greina samspælið millum samfelagslig viðurskifti og fólkaheilsu, at greiða frá, meta um og kunna nýta mest nýttu vísindaligu háttaløgini í fólkaheilsugransking og at arbeiða spurdómsgrundað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum stigi.
Bygnaður
1. lestrarhálva |
2. lestrarhálva |
3. lestrarhálva |
4. lestrarhálva |
5. lestrarhálva |
6. lesttrarhálva |
7. og 8. lestrarhálva |
---|---|---|---|---|---|---|
Vísinda- 15 ECTS |
Fólkaheilsa, samfelag og mentan 15 ECTS |
Heilsu- 15 ECTS |
Valfrítt 15 ECTS |
Heilsu 15 ECTS |
Valfrítt skeið 15 ECTS |
Master- 30 ECTS
|
Hvørja lestrarhálvu skal tann hálvtíðarlesandi bert taka 15 ECTS, meðan tann fulltíðarlesandi kann taka 30 ECTS.
Skipan av útbúgvingini
Master utbúgvingin í fólkaheilsu tekur fýra ár og er skipað sum hálvtíðarlestur yvir fýra ár.
- Í fyrstu lestrarhálvu er dentur lagdur á at læra vísindaástøði og háttalagsfrøði.
- Í aðru lestrarhálvu eru so fylgjandi lærugreinir á skrá: fólkaheilsa, samfelag/mentan og heilsa, tjóða og altjóða rættindi, føroysk lóggáva á heilsuøkinum.
- Í triðju lestrarhálvu verður undirvíst í heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan.
- Fjórða lestrarhálva er valfrítt skeið
- Í fimtu lestrarhálvu verður farið í dýpdina við heilsugransking.
- Sætta lestrarhálva er aftur valfrítt skeið.
- Í sjeyndu og áttandu verður so masterritgerðin skrivað.
Innihald
Útbúgvingin viðger sjónarmið og mát fyri heilsu og fólkaheilsu, og menniskjans samspæl við heilsuligar avbjóðingar og samfelagsligar treytir í dag og gjøgnum tíðina; greinar umhvørvisárin á heilsu, arvaligar sjúkur, kostinntøku og kropsliga venjing, og hvussu fólkaheilsan verður merkt av hesum tættum.
Studentarnir fáa innlit í, greina og meta gransking innan fólkaheilsu, og undirvísingin í vísindaástøði og háttalagsfrøði ger studentarnar førar fyri at fyrihalda seg kritiskt til granskingarúrslit og eru eisini týðandi amboð í sambandi við egin analytisk verkevni.
Dentur verður lagdur á holla vitan um og greining av fyribyrging og heilsuframa, og í hesum sambandi er eisini heilsunámsfrøði ein týðandi táttur.
Próvtøkur
Vanliga verður skipað fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Upptøkutreytir
Umsøkjarar skulu hava miðallanga útbúgving sum bachelor ella professiónsbachelor, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, ljósmóðir, námsfrøði, lærarayrkið, sosialráðgeving, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalysu.
Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.
Tey, ið frammanundan hava tikið stakskeið innan heilsuvísindi á masterstigi á Fróðskaparsetrinum, kunnu søkja um at fáa tey skeiðini góðskrivað inn í útbúgvingina.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur kandidatunum møguleika at førleikamenna seg at røkja arbeiði innan almanna- og heilsuverkið, ið krevur servitan og greinandi førleika á masterstigi.
Útbúgvingin er harumframt ætlað at geva studentum førleikar at arbeiða við granskingarverkætlanum í Føroyum innan heilsuvísindi.
Framhaldandi útbúgving
Við hesi útbúgving mennist tann lesandi til víðari lestur á ph.d.-stigi.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Marin Strøm, útbúgvingarleiðara á telduposti marins@setur.fo ella á tlf. nr. 292272