8713.18 - Grundskeið í hagfrøði


Skeiðsnummar
8713.18
Heiti
Grundskeið í hagfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - At lesandi ogna sær vitan um kjarnulutir í hagfrøði sum háttalag innan fólkaheilsuvísindaliga gransking og førleika at greina hagfrøðislig viðurskifti - At lesandi ogna sær førleikar at skyna millum og brúka deskriptiva og analytiska hagfrøði - At lesandi menna praktiskar førleikar at brúka hagfrøði sum háttalag við atlit til granskingarverkætlan innan egið áhugaøki / fakøki, og at meta um hagfrøðisligar analysur í vísindaligum arbeiði Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verða hesir høvuðstættir innan hagfrøði viðgjørdir: Innsavnan og skipan av kvantitativum data, har undirvíst verður í, hvussu ein kann savna saman hesi data og hvussu tey kunnu setast upp, soleiðis at sum mest av informasjónsvirði fæst uppá einfaldasta máta. Frálæran verður í grundleggjandi hagfrøðiligum niðurstøðum (inference) og venjingar í hypotesutest, at sammeta og finna munir millum bólkar, korrelasjón- og regresjónsanalysa.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er sett saman av fyrilestrum, praktiskum venjingum við instruktión og heimauppgávum. Av tí at tað ikki ber til at lesa seg til teir førleikar, sum miðað verður ímóti at menna á hesum skeiði, verður dentur lagdur á, at tann lesandi umframt at lesa og seta seg inn í pensum til hvønn skeiðsdag eisini er til staðar í sjálvari undirvísingini og luttekur virkin í øllum venjingum. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær ment sínar praktisku førleikar í deskriptivari hagfrøði og einføldum niðurstøðum (inference), og kemur tí at gera praktiskar venjingar sum part av undirvísingini, herundir heimauppgávur.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda dugir tann lesandi: -At brúka hagfrøðiligt software (SPSS) til at lýsa data og at gera talvur og grafar -At rokna sentral mát og variabilitetsmát og at lýsa samanhangir og munir millum variablar -At skilja grundleggjandi hugtøk um tilvild og hagfrøðiligt sannlíkisbýti -At greina hagfrøðilig mát við støði í úrvali og at meta um góðskuna/úrslitið á estimati við hypotesutest -At greina grundleggjandi hugtøk um hagfrøðiligar niðrustøður (infernce) -At meta um ymsu hagfrøðiligu analysurnar og at fremja og brúka slíkar analysur í praksis.
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi hava møtt til min. 80% av tímunum. Heimauppgávur eru kravdur lestraraktivitetur, ið skulu standast. Undirvísarin dømir heimauppgávurnar staðið/ikki staðið
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Hagfrøði forritið SPSS: Lisensur til hagfrøði forritið SPSS fæst til keyps á niðanfyristandandi leinki: https://estore.onthehub.com/WebStore/OfferingsOfMajorVersionList.aspx?pmv=fc2dece7-5e83-e711-80f3-000d3af41938&cmi_mnuMain=ed6ad73c-7bc7-e011-ae14-f04da23e67f6&utm_source=SPSSstatistics-productpage-statistics&utm_medium=onthehub-productpage&utm_campaign=SPSS Mælt verður til at tit keypa lisens til niðanfyristandandi versión fyri 6 ella 12 mánaðir: IBM® SPSS® Statistics Standard GradPack 25 Fyri at fáa programmið til henda lága prís skulu tit rita inn við Seturs teldupostinum. Mælt verður til at tit gjalda við PayPal ella Mastercard. Um tit gjalda við VISA korti er vandi fyri at bankin læsir kortið. Bók: Medicinsk statistik, 1. utg. 2017 eftir Andreas Habicht. Forlag: Munksgaard. ISBN: 978-628-1552-0 Harumframt møguligt tilfar, sum undirvísarin útflýggjar
Ábyrgd
Anna Sofía Veyhe