8719.19 - Masterritgerð í fólkaheilsu


Skeiðsnummar
8719.19
Heiti
Masterritgerð í fólkaheilsu
ECTS
30
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við masterritgerð í fólkaheilsu er, at lesandi mennir og vísir førleika sjálvstøðugt at nýta ástøði og háttaløg, sum lesandi hevur nomið sær í masterútbúgvingini í heilsuvísindi, við at fremja í verki kanning av einum sjálvvaldum spurdómi innan heilsuvísindi, sum hevur bæði fakligan og samfelagsligan týdning.
Innihald
Lesandi skrivar eina masterritgerð. Lesandi kann eftir egnum vali antin skriva vanliga ritgerð ella velja at skriva eina vísindaliga grein – sí próvtøkukrøv. Lesandi umbiðja verkstovur í ástøði og háttalagi, sum eru relevant fyri ritgerðararbeiði, um tørvur er á tí.
Læru- og undirvísingarhættir
Ritgerðararbeiði. Sjálvstøðugt verkætlanararbeiði við vegleiðing. Framløgur og luttøka í verkstovu/-m.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind skal tann lesandi kunna: • greiða frá fólkaheilsu sum tvørvísindaligt fakøki • greina samspælið millum samfelagslig viðurskifti og heilsu • greina høvuðstættir og avbjóðingar í fólkaheilsu í altjóða og tjóða høpi • arbeiða spurdómsgrundað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum støði svarandi til masterstig • vísa førleikar at lýsa mál úr fleiri sjónarhornum, greina og seta fram týðandi vitan um egið fakøki og evni • meta um granskingarúrslit úr vísindaligum kanningum innan heilsuøkið • nýta ástøði og háttarløg við relevansi fyri fólkaheilsu á egnum fakøki í egnari verkætlan; greina útvalt tilfar við at brúka viðkomandi háttarlag; og koma fram til og tulka úrslit; sammeta egin úrslit við viðkomandi gransking; bera fram niðurstøðu út frá egnum úrslitum; og seta úrslit í størri frásjónargerð (t.e. perspektivera).
Próvtøkuháttur
Skrivlig og munnlig próvtøka
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sjálvvaldur bókmentalisti umframt relevant pensum í útbúgvingini
Ábyrgd
Marin Strøm