Skriva út

M.A. í føroyskum máli og bókmentum

Master of Arts in Faroese Language and Literature
  • Lestrartíð 2 ár
  • Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
  • Tal á Lesandi Øll, sum lúka upptøkutreytirnar, koma inn
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Útbúgvingin mennir evnini hjá studentunum til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði.

Til ber eisini at taka samansett MA. Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Sí Námsskipanina í leinkinum til høgru, bls. 37.

Skeiðsheitini eru dømi frá undanfarnum lestrarhálvum og eru ymisk frá hálvu til hálvu:

Bygnaður

1.

lestrarhálva

2.

lestrarhálva

3.

lestrarhálva

4.

lestrarhálva

    

Staðarnavnafrøði
10 ECTS

Politiskt samskifti
10 ECTS

Tvímæli
10 ECTS

 

Skaldskapur
av mannamunni
uttan fyri roykstovuna
10 ECTS

Ritverkið hjá Steinbjørn B.
Jacobsen
10 ECTS

Mynd og orðlist 

í 20. øld
10 ECTS

 

MA ritgerð
38+2  ECTS

 

Nútíðarføroyskt
10 ECTS

Merkingarfrøði
10 ECTS

Stuttsøgan í føroyskum

 bókmentum
10 ECTS

 

 

 

Skipan av útbúgvingini

Fróðskaparsetrið bjóðar nýggj skeið út á hvørjum ári og tað ber til at seta saman útbúgvingina eftir egnum áhuga. Útbúgvingin endar við eini masterritgerð.

Tey kravdu skeiðini til MA í føroyskum eru hesi:

  • Skeið 80 ECTS
  • MA-ritgerð 40 ECTS

Innihald

Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.

MA í føroyskum er 120 ECTS. 80 ECTS eru frá lestrarevnum, har ið tann lesandi velur millum tey evni, sum eru í boði, ella kann seta saman sjálvlestrarevni. Endað verður við eini MA-ritgerð og fyrilestri, ið telja 40 ECTS.

T.d. vóru lestrarevnini á heysti 2016 hesi:

  • Politiskt samskifti (Bergur D. Hansen, ábyrgd). 10 ECTS
  • Mynd- og orðlist í 20. og 21. øld (Malan Marnersdóttir, ábyrgd) 10 ECTS
  • Tvímæli (Hjalmar P. Petersen, ábyrgd) 10 ECTS
  • Skaldskapur av mannamunni - uttan fyri roykstovuna (Tóta Árnadóttir, ábyrgd) 5 ECTS
  • Staðarnavnafrøði (Anfinnur Johansen, ábyrgd) 10 ECTS

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Studentur, sum hevur lokið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-námið. 

Umsøkjarar við góðum BA-prógvi í øðrum málum og bókmentum kunnu verða tiknir inn eftir hóskandi treytum, sum verða ásettar nærri í hvørjum einstøkum føri.

Framtíðarmøguleikar

MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðarar og málsligir ráðgevar.

Framhaldandi útbúgving

Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika at fara undir ph.d.-nám.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Føroyamálsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarish@setur.fo.

Tímatalvur

Tímatalva fyri heystið 2023

Meira
Tímatalva várið 24

fyri framhald í føroyskum - seinna part av BA og MA

Meira