Skriva út

M.Sc. í heilsuvísindum

Master in Health Science
  • Lestrartíð 2/4 ár
  • Deild Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS)
  • Tal á Lesandi Uml 24
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 5000 DKK pr. eind á 15 ECTS

Endamálið

Endamálið við útbúgvingini er at geva føroyskum almanna- og heilsustarvsfólki í primera og sekundera geiranum førleikar at greina og menna egið fakøki og førleikar at seta í verk granskingarverkætlanir ella gerast partur av størri granskingarverkætlanum.

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum er skipað, so tað ber til at fylgja annaðhvørt fulltíðar- ella parttíðarlestri. Sum fulltíðarútbúgving tekur hon 2 ár, sum hálvtíðarlestur fýra ár.

Bygnaður (fulltíðarlestur)

1.

lestrarhálva

2.

lestrarhálva

3.

lestrarhálva

4.

lestrarhálva

    

Grundskeið í vísinda-
ástøði og
granskingarháttalag
15 ECTS

Heilsugransking

15 ECTS

Valskeið
15 ECTS

 

Heilsuvísindi,
samfelag og
mentan
15 ECTS

Heilsu-
námsfrøði,
fyribyrging og

heilsufremjan

15 ECTS

Valskeið
15 ECTS

 

Master-
ritgerð
30 ECTS

 

 

(Parttíðarlestur)

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva
4.
lestrarhálva
5.
lestrarhálva
6.
lesttrarhálva
7./8.
lestrarhálva

Grundskeið í vísinda-
ástøði og
háttaløg

15 ECTS

Heilsu-gransking
15 ECTS

Valskeið

15 ECTS

 

Valskeið

15 ECTS

 

 

Heilsuvíndi,
samfelag og
mentan

15 ECTS

Heilsu-
námsfrøði,

fyribyrging og heilsufremjan

15 ECTS

Master-
ritgerð

30 ECTS

Hvørja lestrarhálvu skal tann hálvtíðarlesandi taka skeið upp á 15 ECTS, meðan tann fulltíðarlesandi tekur 30 ECTS.

Skipan av útbúgvingini

Í talvunum sæst skipanin av skeiðum. Ymiskt er, hvørji valskeið verða boðin út, og lesandi verða eggjað til at leita sær viðkomandi valfrí skeið á øðrum lestrarstovnum (hesi skulu undangóðkennast av útbúgvingarleiðara, og søkjast skal hjá lestrarráðnum um góðskriving, tá skeið, tikin á øðrum lestrarstovni, eru staðin).

Innihald

Heilsuvísindi umfata og viðgera heilsu og umsorgan í einum tvørfakligum perspektivi og hava tørvin hjá tí einstaka menniskjanum, sum tørvar hjálp ella stuðul til at endurvinna ella varðveita heilsu, í miðdeplinum. Av tí at heilsuvísindi eru eitt tvørfakligt øki, eru fleiri ymiskar vísindagreinar partur av økinum, og samspælið millum hesar er miðdeplinum.

Útbúgvingin er rótfest í teorium og háttaløgum í heilsuvísindum, humaniora og samfelagsvísindum. Útbúgvingin leggur sostatt dent á tað tvørvísindaliga og á viðurskiftini millum sjúklinga- og brúkarasjónarhorn og samfelagið.

Megingreinirnar eru vísindaástøði, háttalagsfrøði og heilsugransking, samfelagsviðurskifti og heilsa, fyribyrging og heilsuframi.

Dentur verður lagdur á tvørfakligheit og spurdómsrættaðar tilgongdir, umframt kritiska støðutakan.

Til serøkið verður dentur lagdur á heilsugransking úr hugvísindaligum, samfelagsligum og nátturuvísindaligum sjónarhorni, alt eftir spurdómi og evnisøki.

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum hevur eitt fakligt grundstøði í tvørvísindaliga økinum, heilsuvísindi, ið við valfríum eindum ger tað møguligt hjá tí lesandi at skapa sær sín egna fakligan profil til dømis í fólkaheilsu, kliniskari sjúkrarøkt, sosialari heilsu ella á meiri fakligum serøkjum sum til dømis rehabilitering, gerontologi, psykiatri o.a.

Próvtøkur
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru vanliga í desember og januar, og summarpróvtøkur eru í mai og juni. Tó kunnu próvtøkur eisini koma fyri onnur tíðarskeið, serliga tá talan er um styttri skeið.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøka verða fyriskipaðar eftir reglugerðum Setursins, ella eftir avtalu við útbúgvingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnliga verju. Eisini kunnu aðrar próvtøkur koma fyri, bæði skrivligar og munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Umsøkjarar skulu hava miðallanga útbúgving sum bachelor ella professiónsbachelor, eitt nú í sjúkrarøktarfrøði, ljósmóðir, námsfrøði, lærarayrki, sosialráðgeving, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalysu.

Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Tey, ið frammanundan hava tikið stakskeið í heilsuvísindum á masterstigi á Fróðskaparsetrinum ella lisið master í fólkaheilsu, kunnu søkja um at fáa tey skeiðini flutt inn í útbúgvingina.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur førleikar til størv í primera og sekundera geiranum, sum krevja greinandi, fakligan førleika á masterstigi, t.d. leiðandi størv við serligum atliti at menning og samskipan av heilsutiltøkum bæði á primera og sekundera heilsuøkinum, almannaverkinum, viðvíkjandi starvsfólkamenning og menning av heilsu- og almannaverkinum sum útbúgvingarstaði.

Framhaldandi útbúgving
Við hesi útbúgving mennist tann lesandi til víðari lestur á ph.d.-stigi.

Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Anna Sofía Veyhe, útbúgvingarleiðara á telduposti annasv@setur.fo ella á tlf. nr. 276631