2165.18 - Sosialvísindi og samfelagsplanlegging í smátjóðum og oyggjasamfeløgum


Skeiðsnummar
2165.18
Heiti
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging í smátjóðum og oyggjasamfeløgum
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar í at viðgera hugtøk og ástøði innan sosialvísindi og planlegging í smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Innihald
Við útgangsstøði í smátjóðir og oyggjasamfeløg:  Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg  Úrvald hugtøk og ástøði um sosial viðurskifti og samfelag  Úrvald hugtøk og ástøði um planlegging og strategiskar planleggingartilgongdir  Úrvald empirisk øki um sosialar broytingar og burðardygd  Úrvald emirisk øki um vælferð, minnilutabólkar og millumentanarlig viðurskifti
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eini samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Lesandi skal verða før/ur fyri at:  Orða og miðla eina tvørvísindaliga fatan av sosialvísindum og planlegging á høgum støði.  Greina og diskutera týdningarmiklu leiklutirnar, ið sosialvísind og planlegging hava i einum framkomnum samfelagi  Finna og allýsa ítøkiligar trupulleikar og háttaløg í sosialvísindum og planlegging, ið hava týdning fyri eina fatan á høgum støði av samtíðar institutiónum, felagsskapum og sosialum viðurskiftum.  Velja væl grundað millum ymisk ástøði og ymiskar ástøðiligar tilgongdir, og hvussu hesar í praksis kunnu nýtast til at fata, hvønn leiklut sosial sambond og viðurskiftir, institutiónir og felagsskapir hava í at menna samfelagið.  Greina og diskutera sosialar og institutionellar broytingar, og hvørji krøv hesar seta samfelagnum og planlegging.  Hugsa um (umrøða) omanfyrinevndu viðurskifti í mun til smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
Tiðarbundin skrivlig einstaklingauppgáva (4-5.000 orð)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield