8711.17 - Masterritgerð


Skeiðsnummar
8711.17
Heiti
Masterritgerð
ECTS
30
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Masterritgerðin skal skjalfesta, at lesandi vísir førleikar at greina og menna egið fakøki og førleikar at seta í verk granskingarverkætlanir.
Innihald
Lesandi skrivar eina masterritgerð. Lesandi kann eftir egnum vali antin skriva vanliga ritgerð ella velja at skriva eina vísindaliga grein – sí próvtøkukrøv Lesandi umbiðja verkstovur í ástøði og háttalagi, sum eru relevant fyri ritgerðararbeiði, um tørvur er á tí.
Læru- og undirvísingarhættir
Ritgerðararbeiði. Framløgur og luttøka í verkstovunum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind skal tann lesandi - greiða frá heilsuvísindum sum tvørvísindaligt fakøki. - greina samspælið millum samfelagslig viðurskifti og heilsu. - greina høvuðstættir og avbjóðingar í heilsuvísindum bæði í altjóða og tjóða høpi. - meta um granskingarúrslit úr vísindaligum kanningum í heilsu, herundir heilsuframa og fyribyrging. - meta um vísindalig háttaløg innan heilsugransking. - nýta ástøði og háttarløg á egnum fakøki. - vísa førleikar at lýsa mál úr fleiri sjónarhornum, greina og seta fram týðandi vitan um egið fakøki og evni. - greina rák í tíðini, sum kunnu elva til heilsuligar trupulleikar hjá tí einstaka, fyri bólkar og fyri samfelagið sum heild. - arbeiða spurdómsgrundað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum stigi. - bera fram og miðla gransking og granskingar- grundaða vitan, at kjakast við fakfelagar um hesi viðurskifti, harafturat við onnur, ið ikki eru serkøn á økinum og leikfólk. - við støði í viðkomandi fakøki, teimum førleikum, ið hetta gevur, sjálvstøðugt og við tvørfakligum og tvørvísindaligum grundarlagi at røkja serligar og torgreiddar arbeiðsuppgávur í tí almenna/heilsufakliga geiranum ella í almannagagnligum viðurskiftum, ella í tí privata vinnulívinum við atliti at heilsu.
Próvtøkuháttur
Skrivlig og munnlig próvtøka
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sjálvvaldur bókmentalisti umframt relevant pensum í útbúgvingini
Ábyrgd
Ása Róin