8720.19 - Heilsugransking


Skeiðsnummar
8720.19
Heiti
Heilsugransking
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig ella samfelagsvísindalig útbúgving á bachelorstigi Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi fáa vísindagrundaða vitan um føroyska gransking innan heilsuvísindi og menna førleikar til at meta um tjóða og altjóða heilsugransking. Lesandi verða undirvíst í ymiskum sløgum av heilsugranskingarverkætlanum, hvussu slíkar verða lagdar til rættis, etisk viðurskifti í sambandi við heilsugransking, og tey læra at brúka hagfrøðisliga og kvalitativa greining til at arbeiða við dátutilfari og koma fram til niðurstøður.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Kvantitativ háttaløg, herundir hagfrøði og epidemiologi - Kvalitativ háttaløg og ástøðiligt grundarlag - Kohortukanningar og interventiónskanningar - Serføroysk sjúkufyribrigdi - Umhvørvis- og arvalig árin á heilsustøðuna - Kostinntøka og heilsa - Kropslig venjing sum fyribyrging og viðgerð av sjúkum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok kann lesandi - Greiða frá heilsugransking í mun til slag av gransking, vísindaligt háttalag, granskingar design og ástøðiligt grundarlag fyri hesum, hagfrøðislig viðurskifti, kvalitativum granskingarviðurskifti - Greiða frá gransking innan heilsuvísindi í Føroyum - Greina ítøkiligar heilsuvísindaligar spurdómar og meta um ítøkilig data hagfrøðisliga og við kvalitativari greinan - Greiða frá serføroyskum sjúkum og gransking, ið fer fram á økinum - Greiða frá og meta um sambandið ímillum umhvørvisárin og arv á fólkaheilsuna, ávirkanina av kostinntøku og kropsligari venjing á fólkaheilsuna, og hvussu lívstílsbroytingar kunnu nýtast í sjúkuviðgerð
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Juul, Bech, Dahm & Rytter (2017). Epidemiologi og evidens. Munksgaard. 3.udgave (um tit hava eina eldri útgávu er tað eisini fínt, munurin á útgávunum er ikki tann stóri) Silverman (2010). Doing qualitative research, SAGE publication, London. Third edition. + partar av øðrum bókum og vísindaligar greinar (hetta verður útflýggjað)
Ábyrgd
Marin Strøm