8724.20 - Vegleiðing í praksis


Skeiðsnummar
8724.20
Heiti
Vegleiðing í praksis
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt ella aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar. Klinisk vegleiðing á bachelorstigi ella tilsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina og meta um týðandi viðurskiftir innan vegleiðing í praksis. Harumframt at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan og førleika at menna vegleiðing í praksis. Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðnum verður dentur lagdur á: • Aljóða og tjóða gransking innan vegleiðing í praksis • Týdningurin av refleksjón sum hugtak innan læring • Amboð at menna praksis øki sum læringsrúm • Feltobservatión (etnografi) sum vísindaligt háttalag
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði, sjálvlestur og venjingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá vegleiðing í praksis sum vísindagrundað økið • Greiða frá etnografi sum vísindalig tilgongd • Greina vegleiðing í praksis sum hugtak • Greiða úr hondum verkætlanarlýsing til kanning av valdum øki innan vegleiðing í praksis og gera forkanning (pilotkanning) av hesum • Greina úrslitini og meta um týdning fyri vegleiðing í praksis
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sjá undirvísingarskrá
Ábyrgd
May-Britt Skoradal