8727.22 - Venjing sum viðgerð, fyribyrging og heilsufremjan


Skeiðsnummar
8727.22
Heiti
Venjing sum viðgerð, fyribyrging og heilsufremjan
ECTS
7,5
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella onnur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi. Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella tilsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær innlit í, hvussu kropslig venjing kann nýtast at fyribyrgja og viðgera fólkasjúkur
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Sambandið ímillum kropsligt óvirkni og sjúku - Kropsliga venjing sum fyribyrging og viðgerð av fólkasjúkum - Hvussu ymisk sløg av kropsliga venjing ávirka fysiologiskar skipanir og patogenesuna í fólkasjúkum - Interventiónsgransking og translationella gransking
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða yvirskipað frá sambandinum ímillum kropsligt óvirkni og sjúku - Greiða yvirskipað frá, hvussu venjing kann fyribyrgja sjúku og vera partur av sjúkuviðgerðini við neyvari vitan um hjartasjúkur og typu 2 diabetes - Skilja sambandið ímillum patogensu og fysiologiskar skipanir, sum venjing ávirkar - Meta um altjóða vísindaligar kanningar, sum nýta randomiserað, kontrollerað design og meta analysupróvførslu - Greiða frá translationellari gransking
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vísindaligar greinar, ið vera lagdar á moodle meðan skeiðið er.
Ábyrgd
Magni Mohr