2440.16 - Almennur starvsfólkarættur


Skeiðsnummar
2440.16
Heiti
Almennur starvsfólkarættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í tær lógir, reglur og meginreglur, sum áseta rættarstøðuna hjá alment settum starvsfólkum í samvirki teirra við arbeiðsgevaran.
Innihald
Almennur starvsfólkarættur snýr seg um rættarstøðuna millum arbeiðsgevarar og starvssett á almenna arbeiðsmarknaðinum. Almenn setan er eitt bland millum almennan og privatan rætt, fyrisitingarætt og arbeiðsrætt. Tænastumannasetan hevur egið grundarlag í tænastumannalóggávu og kollektivum avtalum sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum, meðan sáttmálasetan fer í stóran mun fram á sama grundarlagi sum privatar setanir. Kortini er almenni arbeiðsgevarin, í báðum sløgum av setanum, eisini bundin av fyrisitingarrættarligum reglum. Skeiðið fevnir um, hvussu almenni arbeiðsmarknaðurin er skipaður, um lógir og reglur og myndugleikar á økinum. Reglurnar um, hvussu tey bæði sløgini av setanum, tænastumannasetan og sáttmálasetan, eru skipað, fáa serliga viðgerð. Meira verður kortini gjørt burtur úr sáttmálasetan, ið gerst alt meira vanlig heldur enn tænastumannasetan. Eisini gevur skeiðið innlit í yvirskipaða samanspælið millum arbeiðsrættarligar og fyrisitingarrættarligar reglur og mannagongdir. Komið verður eisini inn á meginreglur innan kollektiva arbeiðsrættin innan tað almenna, eitt nú sum samráðingarrættin hjá feløgunum og leiðslurættin hjá arbeiðsgevarum. Meira neyvt verður innihaldið at snúgva seg um: - Setanina sjálva. - Rættindi hjá tí setta (løn, arbeiðstíð, sjúka, barsil, orlov o.a.). - Skyldur hjá tí setta. - Góða atferð í fyrisiting. - Broytingar í setanini. - Tá setanin endar. Eftirløn. - Arbeiðsumhvørvi. - Álitsfólk og samstarvsnevndir. - Persónsupplýsingar í setanarmálum. - Reglurnar í sambandi við, at alment virksemi verður Umskipað.
Læru- og undirvísingarhættir
36 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara. Eftir umstøðunum verða næmingavenjingar og – framløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Greiða frá hvussu almenni arbeiðsmarknaðurin er skipaður við serligum atliti til samanspælið millum fyrisitingarrættarligar og arbeiðsrættarligar grundreglur - Greiða frá og greina yvirskipaðar munir á tænastumannasetan og sáttmálasetan innan almenna arbeiðsmarknaðin. - Allýsa allar týðandi løgfrøðiligar spurningar í sambandi við ítøkiliga setan og duga væl at grundgeva fyri loysnum, so at ymiskar tilgongdir eru fakliga mettar um og vigaðar hvør móti øðrum. - Greiða frá og perspektivera markamót millum fyrisitingarættarligar og arbeiðsmarknaðarligar meginreglur í sambandi við avgerðir, ið knýta seg til eina setan - Miðla og orða vitan innan almennan setanarrætt at leggja fram bæði skrivliga, sum upprit ella tilmæli, og munnliga, merkt av greiðari fakligari fatan.
Próvtøkuháttur
Skrivligt avrik telur 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Munnliga próvtøkan verður uttan fyrireiking við støði í heimauppgávu. Spurt verður eisini um onnur evni í pensum. Einans eitt samlað próvtal verður givið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Oluf Emborg og Peer Schaumburg-Müller, Offentlig arbejdsret, 2 udg. Thomson Reuters, 2010. Umframt er tilfarssavn við greinum og úrskurðum v.m. tøkt á First Class-skipanini. Kravdur lesnaður er samanlagt umleið 700 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen