2444.17 - Almennur etikkur


Skeiðsnummar
2444.17
Heiti
Almennur etikkur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
Endamálið við skeiðnum er fyrst at gera tann lesandi tilvitaðan um etiskar spurningar, og hvussu hesir verða viðgjørdir úr einum moralfilosofiskum sjónarhorni. Síðan er endamálið, at næmingurin mennir sínar førleikar at allýsa filosofiskar fyritreytir og ábendingar, ið liggja aftanfyri lóggávu og lógaruppskot.
Innihald
Skeiðið miðar ímóti at lýsa, hvussu etiskir spurningar verða viðgjørdir frá einum moralfilosofiskum sjónarmiði. Í hesum høpi verður eisini lýst, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á, og hvussu etisk argumentatión kann nýtast til at viðgera etiskar spurningar í nútíðarsamfelagnum. Grundleggjandi etiskar fatanir, so sum sinnalagsetikkur, konsekvensetikkur, dygdaretikkur og nándaretikkur, verða viðgjørdar, og víst verður á fyrimunir og vansar. Harumframt verður eisini komið inn á bioetikk, umhvørvis– og djóraetikk, tøknietikk, granskingaretikk og virkisetikk. Í sambandi við heimauppgávu skal næmingurin vísa, at hann við støði í omanfyri nevnda dugir at allýsa og viðgera ein trupulleika ella eitt evni við tilknýti til verandi ella ætlaða lóggávu.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestraundirvísing, kjak og aktiv luttøka hjá tí lesandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi: • Duga at greiða frá høvuðssjónarmiðunum innan tey etisku ástøðini, tey hava lært á skeiðnum. • Skilja, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á. • Duga at greina etiskar kjarnaspurningar. • Vera før fyri at kenna aftur og skilmarka etiskar spurningar í nýtíðarsamfelagnum. • Vera før fyri at taka støðu til etiskar spurningar á ein tilvitaðan og grundaðan hátt. • Duga at eyðmerkja og allýsa etiskar fortreytir, fatanir og tilsipanir, sum liggja undir lógum og lógaruppskotum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 5 tímar og heimauppgáva. Tað er treyt fyri at sleppa til próvtøku, at næmingurin hevur latið skrivligu heimauppgávuna inn. Uttanseturs próvdøming (saman við lærara). Heimauppgáva telur 1/3 av próvtalinum, skrivlig próvtøka 2/3. Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi minst hava próvtalið 02 fyri uppgávuna og skrivligu próvtøkuna hvør sær.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn. Tilsamans umleið 800 síður eru pensum. Hartil kemur serstakt pensum, ið næmingurin sjálvur fær til vega í sambandi við uppgávuna.
Ábyrgd
Bárður Larsen