8700.14 - Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg
Skeiðsnummar
8700.14
Heiti
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg
ECTS
15
Fortreytir
Bachelorar ella professións-bachelorar, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi,
- ogna sær innlit í og vitan um ymisku vísindaligu greinirnar
- skilja týdningin av valdum tilgongdum í mun til heilsuvísindaliga gransking
- ogna sær vitan um og førleika at arbeiða við kvalitativum og kvantiativum háttaløgum innan heilsuvísindi á master stigi.
- menna sjálvstøðugt uppskot til granskingarprotokoll fyri kanning innan heilsuvísindi við hóskandi háttalagi
Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- vísindaástøðiligar tilgongdir út frá einum søguligum sjónarhorni
- vísindaástøðiligar tilgongdir innan heilsuvísindi og avvarðandi fakøki
- vísindaástøði sum grundarlag undir granskingarháttaløgum innan heilsuvísindi og avvarðandi fakøki
- vísindaligar tilgongdir innan kvalitativa gransking: millum annað fenomenologi, hermeneutikk og diskursástøði
- amboð sum vera nýtt innan kvalitativa gransking, millum annað interview, observatión og tekstgreining
- hagfrøði og epidemiologi
- háttaløg innan kvantitativa gransking, millum annað survey, kohorte-kanningar og nýtslu av spurnarbløðum og onnur amboð
- litteraturleiting og litteraturreview
- menning av granskingarprotokoll
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi:
- greiða frá ymiskum vísindaástøðiligum tilgongdum sum grundarlag undir gransking innan heilsuvísindi
- greina og meta um vísindaástøðiligar tilgongdir, sum vera nýttar innan gransking á heilsuøkinum
- greiða frá samanhangi millum vísindaástøði og val av granskingarháttalagi
- Greiða frá avleiðingum av einum valdum vísindaástøði í mun til granskingarúrslit
- Greiða frá ymiskum kvalitativum tilgongdum
- Greiða frá ymiskum kvantitativum tilgongdum
- Meta um val av vísindaligari tilgongd
- Meta vísindalig altjóða kanningarúrslit
- Menna uppskot til granskingarprotokoll fyri kanning innan heilsuvísindi við hóskandi háttalagi
- Nýta hagfrøðilig hugtøk í greinanini av epidemiologiskum kanningum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Innanhýsis próvdøming
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin