8702.19 - Heilsuvísind, samfelag og mentan
Skeiðsnummar
8702.19
Heiti
Heilsuvísind, samfelag og mentan
ECTS
15
Fortreytir
Bachelor støði ella javnlíkt Bachelor støði
Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
Endamál
Endamálið við skeiðinum er:
- at lesandi ogna sær innlit í og vitan um samfelagslig og mentunarlig viðurskiftir í Føroyum, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð
- at lesandi ogna sær vitan um føroyskan heilsupolitikk
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Demografisk viðurskifti, aldur, kyn og migrationsmynstur
- ‘Small scale society’, (oyggjasamfelag)
- Globalisering
- Mentan/ antropologi og etnografi
- Heilsu og samfelag
- Heilsupolitikkur og vælferð
- Heilsrættur
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi:
- Skilja hvønn týdning demografisk viðurskifti hava fyri skipan av heilsupolitikki og vælferðartænastum:
o Aldursbýti
o Kyn
o Migrationsmynstur
o Geografisk viðuskifti
o Globalisering
o Greina samfelagsviðurskifi, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð
o Meta um føroyskan heilsupolitikk
o Meta um týdning av mentan í mun til fatan av heilsu
o Greina Føroyar sum karm fyri heilsuvísindaligum fyribrigdum og átøkum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin