8712.18 - Kvalitativ granskingarháttaløg innan fólkaheilsuvísindi


Skeiðsnummar
8712.18
Heiti
Kvalitativ granskingarháttaløg innan fólkaheilsuvísindi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi, - skilja týdningin av vísindaástøði sum grundgeving fyri val av kvalitativum háttaløgum - ogna sær førleika at arbeiða við kvalitativum háttaløgum innan heilsuvísindi á master stigi - menna førleika at meta vísindaligar greinar sum nýta kvalitativ háttaløg og - menna førleika at skriva eitt review innan sjálvvalt evni innan folkaheilsuvísindi
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - vísindaligar tilgongdir innan kvalitativa gransking - ymisk kvalitativ háttaløg - týdning av val av kvalitativum tilgongdum - etisk umhugsni innan kvalitativari gransking
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi: - greiða frá samanhangi millum vísindaástøði og val av kvalitativum háttalagi - greiða frá ymiskum kvalitativum tilgongdum - meta um val av vísindaligari tilgongd - meta altjóða vísindalig kvalitativ kanningarúrslit - greiða úr hondum eitt review yvir sjálvvalt evni innan fólkaheilsuvísindi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin