8718.19 - Neurodegenerativar sjúkur


Skeiðsnummar
8718.19
Heiti
Neurodegenerativar sjúkur
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan um neurodegenerativar sjúkur við serligum atliti til demensi, Parkinsons sjúku og sclerosu; og gerast før fyri at meta og kjakast um avleiðingar fyri fólkaheilsuna og árin á lívsgóðsku, ið standast av hesum sjúkum. Lesandi skulu gerast før fyri at brúka og meta um dygdar keldur til vitan um neurodegenerativar sjúkur.
Innihald
Á skeiðinum verða hesir høvuðstættir innan neurodegeneratión og fólkaheilsu viðgjørdir: Mekanismur handan sjúkurnar, vanda- og verjandi tættir, heilivágur, sjúklingarøkt, lívsgóðska og avbjóðingar hjá sjúklingum og avvarðandi. Skeiðið verður á føroyskum og enskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, interaktivar venjingar, bólkaarbeiði, kjak og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi vera førur fyri: At greiða frá høvuðstættir innan neurodegeneratión: o Meginsjúkur innan neurodegeneratión: demens, Parkinsons sjúku og sklerosu o Mekanismur handan sjúkurnar o Predispositión/vandatættir, útloysarar (genetikkur, infektión, lívsstílur/kostur, umhvørvi, mikrobiom) og fyribyrgjandi faktorar o Sjúklingarøkt (viðgerð, diagnosa og lívsgóðska) o Sjónarhorn/royndir hjá avvarðandi - At greina og meta kritiskt um vísindaligan lesnað og yvirføra grundleggjandi vísindalig hugtøk í dagligari praksis til egið fakøki. - - At knýta nýggja vísindaliga vitan saman við egnari tulking av kritiskum tørvum innan sjúkrarøkt og fólkaheilsu. - - At meta um og diskutera fólkaheilsu byrðuna av neurodegenerativum sjúkum og árinini av hesum sjúkum í breiðasta týdningi, herundir samfelagsøkonomiskan kostnað eins væl og byrðuna fyri sjúklingin og avvarðandi.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: ein munnlig framløga við fokus á vísindaligari grein, og ein skrivlig frágreiðing um valda evnið. Munnliga framløgan telur 60% og frágreiðingin 40% í endaliga metingini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Maria Skaalum Petersen