8723.19 - Kvalitativ granskingarháttaløg innan heilsuvísindi
Skeiðsnummar
8723.19
Heiti
Kvalitativ granskingarháttaløg innan heilsuvísindi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt
Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
Heilsuvísindaliga útbúgving á bachelorstigi
Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi fáa innlit í týðandi hugtøk, háttaløg og vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking og hvussu hesi hanga saman. Endamálið er somuleiðis at lesandi ogna sær førleika at meta um dygdina á kvalitativari gransking, umframt at tey sjálvi arbeiða við kanningum við kvalitativum háttalagi innan heilsuvísind.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- ymisk kvalitativ háttaløg
- ymiskar vísindaligar tilgongdir innan kvalitativa gransking
- granskingarprocessina í kvalitativari gransking
- etiskt umhugsni innan kvalitativari gransking
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og
sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi:
- hava innlit í eitt úrval av kvalitativum háttaløgum og vísindaástøðiligar tilgongdir
- greiða frá samanhanginum millum vísindaástøði og kvalitativu háttaløgini
- meta um dygdina í kvalitativari gransking út frá góðkendum kvalitetskrøvum
- Útinna kanning við kvalitativum háttalagi innan sjálvvalt evni í heilsuvísindi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim