2459.19 - Heilsurættur


Skeiðsnummar
2459.19
Heiti
Heilsurættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor-prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í heilsurætt sum serstakt rættarøki. Skeiðið er ætlað lesandi á MA í lóg og MSc í heilsuvísundum, men onnur kunnu eisini fáa nyttu av skeiðnum, ikki minst starvsfólk í heilsuverkinum, men eisini aðrir borgarar.
Innihald
Heilsurættur fevnir um grundleggjandi reglur og ásetingar um heilsumyndugleikar, teirra virki og skyldur móti sjúklingum og um rættindi hjá sjúklingum annars. Skeiðið fevnir um, hvussu heilsuverkið er skipað, herundir ábyrgdarbýtið millum alment og privat, skipanina í sokallaða primera geiranum (kommunulæknar, tannlæknar, heilsusjúkrarøktarfrøðingar o.a.) og sekundera geiranum (sjúkrahúsverk, serlæknar o.a.). Ítøkiliga verður komið inn á m.a. hesi rættindi og viðurskifti í primera geiranum: *Veitingar frá Heilsutrygd. *Ókeypis kommunulæknaviðgerð. *Viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu. *Veitingar frá apoteksverkinum. *Fyribyrgjandi heilsutænastur og sjúkufyribyrging. *Barnatannrøkt. *Heimarøkt. *Tænastu eftir eldralóggávu, so sum røktarheim og eldrasambýli. Ítøkiliga verða viðgjørd á m.a. hesi rættindi og viðurskifti í sekundera geiranum: *Ókeypis viðgerð í sjúkrahúsverkinum. *Viðgerð í Føroyum og uttanlands. *Um rætt til fylgjara. *Endurvenjing. *Vevnaðflutning (da. transplantation). *Gitnaðarhjálp. *Kosmetiska viðgerð. *Fosturtøku. *Sterving (da. sterilisation). *Líkskoðan (da. obduktion). *Deyðameting (- kriteriu). *Smittandi sjúkur o.a. Umframt hetta fevnir skeiðið eisini um sjálvsavgerðarrætt sjúklinganna; innlit og trúnað; autorisatiónsskipan og skyldur hjá heilsustarvsfólki; sjúkusálarfrøði (psykiatri) og viðgerðartvingsil; endurgjald til sjúklingar, kærumøguleikar og myndugleikaeftirlit; granskingarstovnar og -ráð og at góðkenna heilsugransking.
Læru- og undirvísingarhættir
Uml. 40 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara og venjingum í tímanum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: - Kunna lýsa og greiða frá rættarstøðu og grundleggjandi reglum og prinsippum í heilsurætti. - Duga at greiða frá samvirkan millum heilsurættarligar serreglur og onnur rættarøki, ikki minst samvirkanina við vanliga fyrisitingarrættin. - Kunna greina truplar heilsurættarligar spurningar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av rættarkeldum. - Vísa evni til at grundgeva fyri ymiskum loysnum á truplum tulkingarmálum og vísa á eina viðkomandi loysn. - Duga at greiða frá og meta um týdningin av ymiskum sløgum av rættarkeldum í heilsurætti, so sum dómsvenju, umboðsmansvenju og fyrisitingarvenju. - Miðla og orða heilsurættarliga vitan fakliga og málsliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum)Munnlig próvtøkaupp á uml. 20 min. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireikingar og hevur loyvi at hava lestrartilfarið og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í lestrarlistanum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Mette Hartlev, Ulla Hybel, Peter Bak Mortensen, Sundhed og Jura, 2. útg., Jurist- og Økonomforbundets Forlag 2017, er grundbók. Serstøk føroysk lóggáva, lógaruppskot, úrskurðir o.a. verður eisini lisið. Samlaður lestrarlisti er millum 500 og 600 síður. Tøkur undan undirvising á Moodle.
Ábyrgd
Bárður Larsen