6102.22 - Sosialrættur


Skeiðsnummar
6102.22
Heiti
Sosialrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita lesandi innlit í føroyskan sosialrætt og venju og at geva teim lesandi eina skipaða gjøgnumgongd av tí parti av sosialu lóggávuni, sum viðvíkur peningaligum veitingum til uppihald
Innihald
Skeiðið inniheldur gjøgnumgongd av lóggávu og praksis, sum: - ásetir rættin hjá borgaranum til peningaligar veitingar, ið eru ætlaðar at tryggja eitt minstamark fyri uppihaldi – eitt evsta trygdarnet – sum er ásett í forsorgarlógini. - heilt ella lutvíst viðvíkur tilknýtinum til arbeiðsmarknaðin, og teimum veitingum, sum borgarin hevur rætt til í tí sambandi, grundað á forsorgarlógina, lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og pensjónslógina. - gevur rætt til endurgjald fyri mista inntøku vegna sjúku hjá persónum, sum hava eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Hetta serliga í tilknýti til sjúkradagpeningalógina. - objektivt ásetir rættin til sosialar veitingar til uppihald; t.e. familjuískoyti, serligt barnaískoyti og skipan við forskotsrindan (hóast henda ikki eftir sínum endamáli er ein sosial veiting). Avmarkingar: Sosiala lóggávan, hóast ofta stuttorðað, er sera víðfevnd, og neyðugt er at gera avmarkingar. Tískil eru tvær tíðandi avmarkingar gjørdar: 1) Aðrar skipanir, sum viðvíkja rætti til peningaliga veiting, serliga ALS og arbeiðsskaðatryggingarlógin, bert viðgjørdar meira yvirskipað, og verða einans umrøddar har tað hevur týdning fyri aðrar sosialar veitingar. 2) Sosial lóggáva, sum viðvíkur eitt nú tilboðum til fólk, sum bera brek, hjálpartólaøkið, barnaverndarøkið o.s.fr. verður ikki viðgjørd.
Læru- og undirvísingarhættir
36 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara og venjingum í tímanum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu eftir loknan lestur kunna: -Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av týðandi tættum í føroyskum sosialrætti, rættarkeldum og heimildum á økinum. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum innan føroyskan sosialrætt, herundir í hvønn mun føroyskur sosialrættur er líkur donskum sosialrætti ávikavist í positivari lóg og í tulking. - Greina truplar ítøkiligar sosialrættarligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av rættarkeldum. -Greina ta menning, ið sæst ella er væntandi innan føroyskan sosialrætt. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Fleirvalaroynd telur 25% og endalig 24 tíma skrivlig heimauppgáva telur 75%. Eitt samlað próvtal verður givið, men fortreyt fyri standa samlaða skeiðið er, at báðar royndir eru til staðið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Jan Sjóstein: Tilfarssavn á 700 síður – tøkt undan undirvising á Moodle
Ábyrgd
Bárður Larsen