6322.21 - Refleksivitetur í gransking: Ph.d verkstova um sambond í feltarbeiði og háttalagslig umhugsan


Skeiðsnummar
6322.21
Heiti
Refleksivitetur í gransking: Ph.d verkstova um sambond í feltarbeiði og háttalagslig umhugsan
ECTS
3
Fortreytir
Ph.d.-lesandi og masterlesandi, sum hava ætlanir um ella eru farin undir at fyrireika eina ph.d.-verkætlan í samfelagsvísindum ella hugvísindum. Lesandi skulu hava lokið masternám ella vera um at koma á mál við náminum. Lesandi skulu lata inn tríggjar síður av undanumhugsni.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, við at kjakast um bókmentir, við fyrilestrum og við egnari umhugsan um viðurskifti á økinum, at vísa á og kjakast um týdningin av refleksiviteti, bæði tá ið úrslit av arbeiði á økinum skal leggjast til rættis, útinnast ella greinast. Vit leggja dent á at vísa, at granskarar ongantíð bara kunnu vera ”flugan á vegginum” í feltarbeiði. Tá ið henda fortreytin fyri feltarbeiði er góðkend, er endamálið við skeiðnum at skilja, hvussu tílíkt tilvit um tína egnu støðu í feltinum kann hugsast inn í samlaðu granskingargongdina, frá sniðgeving av kanningini, innsavning av tilfari, greining og at enda miðlan av úrslitunum.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • At kanna sambandið millum ítøkiligu feltarbeiðinum og meira úrtøkiligu ástøðiligu og háttlagsligu hugsanirnar. • At viðgera spurningar hjá einstøku skeiðsluttakarunum og egnu støðu teirra í mun til luttakarar í kanningum, og hvussu háttalagslig umhugsan skapar fortreytir fyri at framleiða kvalitativt tilfar. • At kanna, hvussu vit sum einstaklingar hava okkara egnu serstøku støðu í mun til evnini, sum verða kannað, og økini, sum spurt verður um. • At kjakast um, hvat ein etisk haldbar kanning er, og hvussu komast kann fram til greiningarúrslit, sum eru viðkomandi fyri fólkini ella stovnarnar, hvørs veruleiki verður kannaður. • At kjakast um og umhugsa, hvussu sambond kunnu flyta seg ella broytast gjøgnum kanningargongdina, hvussu sambond í feltarbeiði kunnu skipast, og hvussu arbeiðast kann við teimum gjøgnum kanningargongdina.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er skipað sum verkstova. Tað merkir, at luttakarar skulu leggja fram og kjakast um framløgur hjá øðrum luttakarum. Harumframt fevnir skeiðið um nakrar stuttar fyrilestrar um refleksivitet og feltstøður, sum eru ætlaðir til íblásturs. Luttakarar skulu lata inn tríggjar síður við undanumhugsni, áðrenn skeiðið byrjar. Tær hugsanirnar verða nýttar til at seta saman bólkar, sum skulu gera bólkaarbeiði á verkstovuni.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi verður før/-ur fyri at: • Lýsa og meta um fortreytirnar fyri at gera kvalitativt feltarbeiði og serliga umhugsa kritiskt, hvørja ávirkan tað hevur, at granskarin hevur samband við feltið. • Staðfesta og reflektera um sambond millum háttalagsligu og ástøðiligu karmarnar, sum arbeitt verður við • Meta um sína egnu støðu í sambandi við granskingarluttakarar og hugsa um, hvussu hetta samband ávirkar ítøkiliga feltarbeiðið. • Greiða frá og kjakast um, hvussu egnar háttalagsligar umhugsanir skapa fortreytirnar fyri at framleiða kvalitativt tilfar • Greiða frá og kjakast um etisku síðurnar av háttalagnum og framleiðsluna av vísindaligari/akademiskari vitan í heila tikið.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka og munnlig framløga av undanumhugsanargrein. Eftir at verkstovan er liðug, kunnu luttakararnir lata eina eftirumhugsanargrein inn (5-10 síður), har greitt verður frá háttalagsligum hugsanum í sambandi við sína ph.d.-verkætlan. Evstamark at lata inn slíka grein er tvær vikur eftir skeiðið, og ein av undirvísarunum á skeiðnum fer at geva eina skrivliga eftirmeting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalisti verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield