8702.21 - Heilsuvísind, samfelag og mentan


Skeiðsnummar
8702.21
Heiti
Heilsuvísind, samfelag og mentan
ECTS
15
Fortreytir
Bachelor støði ella javnlíkt Bachelor støði Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
Endamál
Endamálið við skeiðinum er: - at lesandi ogna sær innlit í og vitan um samfelagslig og mentunarlig viðurskiftir í Føroyum, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð - at lesandi ogna sær vitan um føroyskan heilsupolitikk
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Demografisk viðurskifti, aldur, kyn og migrationsmynstur - ‘Small scale society’, (oyggjasamfelag) - Globalisering - Mentan/ antropologi og etnografi - Heilsu og samfelag - Heilsupolitikkur og vælferð - Heilsrættur
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi: - Skilja hvønn týdning demografisk viðurskifti hava fyri skipan av heilsupolitikki og vælferðartænastum: o Aldursbýti o Kyn o Migrationsmynstur o Geografisk viðuskifti o Globalisering o Greina samfelagsviðurskifi, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð o Meta um føroyskan heilsupolitikk o Meta um týdning av mentan í mun til fatan av heilsu o Greina Føroyar sum karm fyri heilsuvísindaligum fyribrigdum og átøkum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin