8723.21 - Kvalitativ granskingarháttaløg innan heilsuvísindi


Skeiðsnummar
8723.21
Heiti
Kvalitativ granskingarháttaløg innan heilsuvísindi
ECTS
7,5
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt, Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk, Heilsuvísindaliga útbúgving á bachelorstigi, Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi: - fáa innlit í týðandi hugtøk, háttaløg og vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking. - ogna sær førleika at meta um dygdina á kvalitativari gransking, - kunna útinna kvalitativa kanning við støði í sjálvvaldum spurdómi innan heilsuvísindi.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - ymisk kvalitativ háttaløg - ymiskar vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking - granskingarprocessina í kvalitativari gransking - etiskt umhugsni innan kvalitativa gransking og við serligum denti á avbjóðingar í smáum og transparentum samfeløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og undirvísingarhættir sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi: - vísa innlit í eitt úrval av kvalitativum háttaløgum og vísindaástøðiligum tilgongdum - greiða frá samanhanginum millum vísindaástøðiligar tilgongdir og kvalitativ háttaløg - meta um dygdina á kvalitativari gransking út frá góðkendum kvalitetskrøvum - meta um etiskar avbjóðingar tá granskað verður í smáum og transparentum samfeløgum - útinna egna kvalitativa kanning við støði í sjálvaldum evni innan heilsuvísindi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim