8725.20 - Fólkaheilsa – kvantitativ háttaløg


Skeiðsnummar
8725.20
Heiti
Fólkaheilsa – kvantitativ háttaløg
ECTS
15
Fortreytir
Heilsuvísindalig ella samfelagsvísindalig útbúgving á bachelorstigi Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum umframt skreiðið Heilsugransking á masterstigi, ella tilsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi fáa vísindagrundaða vitan um og førleikar til at greina viðurskifti um fólkaheilsu við nógv nýttu kvantitativu granskingarhættirnar í fólkaheilsufrøði: epidemiologi og hagfrøði. Lesandi verða undirvíst í ymiskum sløgum av kanningarsniðum og hagfrøðiligum greiningum, læra at arbeiða við dátutilfari og koma fram til niðurstøður, og menna førleikar til at meta um tjóða og altjóða gransking um fólkaheilsulig viðurskifti.
Innihald
Á skeiðinum verða hesir høvuðstættir innan fólkaheilsu, epidemiologi og hagfrøði viðgjørdir: - Fólkaheilsa sum hugtak og fólkaheilsustøðan í Føroyum; - Altjóða og tjóða gransking innan fólkaheilsu; - Mát fyri títtleika; mát fyri samband; mát fyri óvissu og neyvleika; kanningarsnið; screening; validitet og bias; confounding; og kausalitetur.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir skeiðslok skal lesandi vera før/-ur fyri at: - Lýsa fólkaheilsu sum hugtak - Greiða frá høvuðstættum í nógv nýttu kvantitativu granskingarhættirnar í fólkaheilsufrøði: epidemiologi og hagfrøði. - Greina og meta um granskingarúrslit úr kanningum innan fólkaheilsu, ið nýta epidemiologisk og hagfrøðilig háttaløg. - Greina ítøkiligar fólkaheilsuvísindaligar spurdómar við at arbeiða við dátutilfari; meta um úrslit av hagfrøðiligum greiningum og koma fram til niðurstøður; meta um styrkir og veikleikar við framkomnu úrslitum og niðurstøðum.
Próvtøkuháttur
Skrivligar uppgávur og skrivlig próvtøka
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Juul, Bech, Dahm & Rytter (2017). Epidemiologi og evidens. Munksgaard. 3.udgave (um tit hava eina eldri útgávu er tað eisini fínt, munurin á útgávunum er ikki tann stóri) Harumframt annan lesnað, ið verður upplýst seinni
Ábyrgd
Marin Strøm