8727.22 - Venjing sum viðgerð, fyribyrging og heilsufremjan
Skeiðsnummar
8727.22
Heiti
Venjing sum viðgerð, fyribyrging og heilsufremjan
ECTS
7,5
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella onnur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi.
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella tilsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær innlit í, hvussu kropslig venjing kann nýtast at fyribyrgja og viðgera fólkasjúkur
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Sambandið ímillum kropsligt óvirkni og sjúku
- Kropsliga venjing sum fyribyrging og viðgerð av fólkasjúkum
- Hvussu ymisk sløg av kropsliga venjing ávirka fysiologiskar skipanir og patogenesuna í fólkasjúkum
- Interventiónsgransking og translationella gransking
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur.
Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at:
- Greiða yvirskipað frá sambandinum ímillum kropsligt óvirkni og sjúku
- Greiða yvirskipað frá, hvussu venjing kann fyribyrgja sjúku og vera partur av sjúkuviðgerðini við neyvari vitan um hjartasjúkur og typu 2 diabetes
- Skilja sambandið ímillum patogensu og fysiologiskar skipanir, sum venjing ávirkar
- Meta um altjóða vísindaligar kanningar, sum nýta randomiserað, kontrollerað design og meta analysupróvførslu
- Greiða frá translationellari gransking
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vísindaligar greinar, ið vera lagdar á moodle meðan skeiðið er.
Ábyrgd
Magni Mohr