8700.14 - Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg


Skeiðsnummar
8700.14
Heiti
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg
ECTS
15
Fortreytir
Bachelorar ella professións-bachelorar, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lesandi, - ogna sær innlit í og vitan um ymisku vísindaligu greinirnar - skilja týdningin av valdum tilgongdum í mun til heilsuvísindaliga gransking - ogna sær vitan um og førleika at arbeiða við kvalitativum og kvantiativum háttaløgum innan heilsuvísindi á master stigi. - menna sjálvstøðugt uppskot til granskingarprotokoll fyri kanning innan heilsuvísindi við hóskandi háttalagi Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - vísindaástøðiligar tilgongdir út frá einum søguligum sjónarhorni - vísindaástøðiligar tilgongdir innan heilsuvísindi og avvarðandi fakøki - vísindaástøði sum grundarlag undir granskingarháttaløgum innan heilsuvísindi og avvarðandi fakøki - vísindaligar tilgongdir innan kvalitativa gransking: millum annað fenomenologi, hermeneutikk og diskursástøði - amboð sum vera nýtt innan kvalitativa gransking, millum annað interview, observatión og tekstgreining - hagfrøði og epidemiologi - háttaløg innan kvantitativa gransking, millum annað survey, kohorte-kanningar og nýtslu av spurnarbløðum og onnur amboð - litteraturleiting og litteraturreview - menning av granskingarprotokoll
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi: - greiða frá ymiskum vísindaástøðiligum tilgongdum sum grundarlag undir gransking innan heilsuvísindi - greina og meta um vísindaástøðiligar tilgongdir, sum vera nýttar innan gransking á heilsuøkinum - greiða frá samanhangi millum vísindaástøði og val av granskingarháttalagi - Greiða frá avleiðingum av einum valdum vísindaástøði í mun til granskingarúrslit - Greiða frá ymiskum kvalitativum tilgongdum - Greiða frá ymiskum kvantitativum tilgongdum - Meta um val av vísindaligari tilgongd - Meta vísindalig altjóða kanningarúrslit - Menna uppskot til granskingarprotokoll fyri kanning innan heilsuvísindi við hóskandi háttalagi - Nýta hagfrøðilig hugtøk í greinanini av epidemiologiskum kanningum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva Innanhýsis próvdøming
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sæst í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin