8702.15 - Heilsuvísindi, samfelag og mentan


Skeiðsnummar
8702.15
Heiti
Heilsuvísindi, samfelag og mentan
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ogna sær innlit í og vitan um samfelagslig og mentunarlig viðurskiftir í Føroyum, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð. - at lesandi ogna sær vitan um føroyskan heilsupolitikk Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Demografisk viðurskifti, aldur, kyn og migrationsmynstur - ‘Small scale society’, (oyggjasamfelag) - Globalisering - Mentan/ antropologi og etnografi - Heilsu og samfelag - Heilsupolitikkur og vælferð
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Skilja hvønn týdning demografisk viðurskifti hava fyri skipan av heilsupolitikki og vælferðartænastum: -Aldursbýti -Kyn -Migrationsmynstur -Geografisk viðuskifti -Globalisering - Greina samfelagsviðurskifi, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð - Meta um føroyskan heilsupolitikk - Meta um týdning av mentan í mun til fatan av heilsu - Greina Føroyar sum karm fyri heilsuvísindaligum fyribrigdum og átøkum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin