8703.15 - Etikkur, virðir og lóggáva í heilsufakligari praksis og gransking


Skeiðsnummar
8703.15
Heiti
Etikkur, virðir og lóggáva í heilsufakligari praksis og gransking
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina viðurskiftir í egnari praksis og í heilsuvísindaligari gransking við støði í etiskum og lógarásettum umhugsni. Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Altjóða og tjóða lóg og rættindi innan heilsufakligari praksis og gransking - Etikkur, mentan og samfelag - Etiskar leiðreglur fyri gransking í kliniskari praksis
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Skilja tjóða og altjóða lóggávu og teirra týdning fyri heilsuátøk og heilsuskipanir - Greiða frá rættarstøðu hjá tí einstaka menniskja í mun til heilsu og viðgerð - Greina týdning av lógum galdandi fyri egið áhugaøkið - Greiða frá og nýta etisk umhugsni innan gransking - Greina etiska tvístøður innan heilsumál við serligum atlitið til rættindi hjá tí einstaka menniskja í mun til gransking (t.d. genetik) - Greina avleiðingar av lógarásettum rættindum og ábyrgd í mun til ílegugransking - Greina etiskar og lógarásettar avbjóðingar í mun til nýtslu av teknologi í praksis. - Viðgera virðir og menniskjaáskoðan í føroyska samfelagnum - Greina heilsufaklig átøk innan viðgerð, sjúkrarøkt, heilsufremjan og fyribyrging við støði í lóggávu og etikki á økinum - Seta fram uppskot um miðlan um úrslitið av próvtøkuuppgávuni
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin