8704.16 - Gerontologi og rehabilitering


Skeiðsnummar
8704.16
Heiti
Gerontologi og rehabilitering
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina týdningarmikil viðurskiftir innan gerontologi og rehabilitering. - at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan og førleika at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk fyri eldri borgarar - at lesandi menna førleikar og ogna sær vísindagrundaða amboð at menna praksis innan økið í Føroyum Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Altjóða og tjóða gransking innan gerontologi - Gerontologi og samfelagslig viðurskiftir - Gerontologi og rehabilitering - Týdning av rehabilitering í gerontologiskari praksis
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Greiða frá gerontologi sum vísindagrundað serøkið innan heilsuvísindi - Greina samspæli millum gerontologi og samfelagslig viðurskiftir - Greiða frá rehabilitering sum vísindaligt hugtak og praksis - Greina rehabilitering sum hugtak og praksis - Greina rehabilitering í einum samfelagsligum perspektivið - Meta úrslit frá vísindaligum kanningum innan gerontologi og rehabilitering - Meta um týdning av ymiskum vísindaligum háttaløgum, sum vera nýtt innan gerontologiskari gransking. - Viðgera ein spurdóm frá praksis við støði í vísindagrundaða vitan inna gerontologi og rehabilitering
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin