8705.16 - Psykiatri og heilsa


Skeiðsnummar
8705.16
Heiti
Psykiatri og heilsa
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ogna sær førleika at greina hvussu psykiatriin er skipað í Føroyum - at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika at greina og menna praksis Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Skipan av psykiatriska økinum í Føroyum - Ymiskar tilgongdir innan viðgerð og røkt til menniskju við sálarligum órógv og – sjúkum og teirra avvarðandi - Etikk, mentan og samfelag við atliti at menniskjum við sálarligum órógv og – sjúkum og teirra avvarðandi
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi: - Greiða frá hvussu lóggáva og rammuverk, galdandi fyri psykiatriska depilin og sosialpsykiatri, kann síggjast aftur í skipanini av hesum økjum. - Greiða frá rættarstøðuni hjá menniskjum við sálarligum órógv og – sjúkum og teirra avvarðandi - Greina samanhang millum altjóða og tjóða rættindi og praksis - Meta um etiskt umhugsni í mun til menniskju við sálarligum órógv og – sjúkum og teirra avvarðandi - Greina samfelagstýdningin av ymiskum viðgerðarhættum - Greina samfelagstýdningin av sjúklingaluttøku í mun til viðgerð og røkt - Greina samfelagstýdningin, sum avvarðandi hava í mun til viðgerð og røkt - Seta fram uppskot um miðlan av úrslitinum av próvtøkuuppgávuni
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Gro Gade Haanes