8706.16 - Fólkaheilsa


Skeiðsnummar
8706.16
Heiti
Fólkaheilsa
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - At lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina týdningarmikil viðurskifti innan fólkaheilsu - At lesandi menna førleikar innan mest nýttu kvantitativar granskingarhættirnar innan fólkaheilsufrøði, epidemiologi og statistikk - At lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan og førleika at meta um og menna fólkheilsuátøk; herundir heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk fyri føroyska fólkið sum heild og tiltøk, ið miðja móti serstøkum bólkum í samfelagnum - At lesandi menna førleikar og ogna sær vísindagrundað amboð at menna praksis við atlit til fólkaheilsu í Føroyum Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Epidemiologi og statistikk sum háttaløg - Altjóða og tjóða gransking innan fólkaheilsu - Fólkaheilsu sum hugtak og samfelagslig viðurskifti - Høvuðstættir og avbjóðingar innan fólkaheilsu - Fólkaheilsustøðan í Føroyum - Týdningurin av fólkaheilsu innan praksis í heilsuverkinum og almannaverkinum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Greiða frá fólkaheilsu sum vísindagrundað tvørfakligt hugtak - Greina samspælið millum samfelagslig viðurskifti og fólkaheilsu - Greina høvuðstættir og avbjóðingar innan fólkaheilsu bæði í altjóða og tjóða perspektivi - Greina og meta um altjóða og tjóða fólkaheilsuátøk - Meta um úrslit frá vísindaligum kanningum innan fólkaheilsu og fyribyrging - Meta um týdningin av teimum mest nýttu háttaløgunum innan fólkaheilsugransking - Meta um granskingarúrslit úr kanningum innan fólkaheilsu, ið nýta epidemiologisk og statistisk háttaløg - (Viðgera ein spurdóm frá praksis við støði í vísindagrundaða vitan innan fólkaheilsu
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig einsæris ella bólkauppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Marin Strøm