8707.16 - Heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan


Skeiðsnummar
8707.16
Heiti
Heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar Professiónsbachelorar, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari. Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina samfelagslig viðurskiftir, sum hava týdning fyri heilsu - at lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan og førleika at menna heilsufremjandi tiltøk - at lesandi mennir førleikar og ognar sær vísindagrundað amboð at greina heilsuspurningar úr einum kontekstuellum perspektivi Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Týdningur av heilsufremjan - Heilsufremjan og nærumhvørvi - Heilsa og sosialur ójavni - Hugtakið ‘governmentality’ - Heilsufremjan sæð í mun til váða og moral - Kvalitativ háttaløg, case studies og hugtakið ‘settings’
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, uppgávur, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Greiða frá ymiskum háttaløgum innan hugvísindaligu og samfelagsvísindaligu granskingina - Greiða frá týdninginum av konteksti í mun til heilsu, uppfatan av heilsu og heilsufremjan - Greina heilsu í einum samfelagsligum perspektivi - Meta um týdningin av ymiskum vísindaligum háttaløgum, sum verða nýtt í gransking innan heilsu og heilsufremjan - Greina og kjakast um heilsuspurningar í serkendum konteksti út frá viðkomandi ástøði - Við støði í heilsunámsfrøði, reflektera um og seta fram uppskot til protokol fyri heilsufremjandi tiltak
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Ása Róin