8707.18 - Heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsuframi


Skeiðsnummar
8707.18
Heiti
Heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsuframi
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar Professiónsbachelorar, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari. Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan um og førleika til út frá einum heilsunámsfrøðiligum sjónarhorni at greina viðurskiftir, sum hava týdning fyri heilsu - at lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan og førleika at menna uppskot til heilsufremjandi ella sjúkufyribyrgjandi tiltøk - at lesandi mennir førleikar at greina heilsuspurningar úr einum kontekstuellum perspektivi Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Heilsa sæð úr ymiskum sjónarhornum - Heilsunámsfrøði og heilsufremjan og fyribyrging -Rehabilitering sum heilsufremjan -Sosiologisk ástøði um heilsu -Fyribyrging og kontekst - Hugtakið ‘governmentality’ og fyribyrging og heilsufremjan sæð í mun til váða og moral -Heilsa og sosialur ójavni
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Greiða frá heilsuframa og fyribyrging við støði í heilsunámsfrøðini - Greina og kjakast um heilsuspurningar í serkendum konteksti út frá viðkomandi ástøði - Greina og meta um týdningin av heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøkum í einum samfelagsligum perspektivi - Við støði í heilsunámsfrøði reflektera um og seta fram uppskot til protokol fyri heilsufremjandi og/ella fyribyrgjandi tiltak
Próvtøkuháttur
Skrivlig einstaklinga uppgáva á enskum ella donskum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sundhedspædagogik og sundhedsfremme- teori, forskning og praksis. Monica Carlsson, Venka Simovska og Bjarne Bruun Jensen. ISBN13: 9788779343993 Sundhedssociologi – en grundbog. Pernille Tanggaard Andersen og Helle Timm. ISBN: 9788741268934 Herumframt annað tilfar, ið verður útvegað av undirvísarum, og ávíst í skeiðsætlanini
Ábyrgd
Marin Strøm