8709.17 - Fólkaheilsa, samfelag og mentan


Skeiðsnummar
8709.17
Heiti
Fólkaheilsa, samfelag og mentan
ECTS
15
Fortreytir
Bachelorar ella professións-bachelorar, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, - At lesandi ogna sær innlit í og vitan um fólkaheilsu, heilsupolitik, samfelagslig og mentunarlig viðurskifti(r) í Føroyum. Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Hugtakið ‘Fólkaheilsa’ frá einum søguligum sjónarhorni - Føroyar sum vælferðarsamfelag og heilsupolitikkur - Demografisk viðurskifti - ‘Small scale society’, (oyggjasamfelag) - Føroyar og globalisering - Heilsa sum sosialt fyribrigdi - Tjóða og altjóða lóg og rættindi á heilsuøkinum við rættindum hjá tí einstaka - Etikkur og heilsa - Mentan og heilsa
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi - Skilja fólkaheilsu sum vísindaligt hugtak - Skilja hvønn týdning demografisk viðurskifti hava fyri skipan av heilsupolitikki og vælferðartænastum. - Greina samfelagsviðurskifi, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð. - Greina heilsufaklig átøk innan heilsufremjan og fyribyrging, viðgerð og røkt í Føroyum. - Greina Føroyar sum karm fyri fólka-heilsufrøðiligum avbjóðingum. - Meta um týdningin av mentan í mun til fatan av heilsu
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður ásettur í undirvísingarskránni
Ábyrgd
Gro Gade Haanes